Sjókorkasegl (Velella velella)

Sjókorkasegl

Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn

Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.

Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski. Marner á Skúrð hevði verið á útróðri, og tá hann kruvdi fiskin var ein løgin hvalspýggja í maganum.

Eisini hava vit frætt frá fólki á Oyri, at tey hava sæð hetta slagið av hvalspýggju fyri nøkrum árum síðan.

Tað er ikki nakað, sum bendir á at hesar hava verið vanligar í Føroyum. Onki er at finna í gomlum frásøgnum, og nú heimurin er í broyting , er hugsandi at vit oftari fara at síggja hesa løgnu hvalspýggju. Aðrastaðni kunnu hesar hvalspýggjur skola upp á strendurnar í túsundatali og eru tá til stóran ampa hjá fólki.

Nýtt føroyskt navn

Hendan hvalspýggja hevur fleiri nøvn á enskum, m.a. purple sail og by-the-wind sailor. Hetta seinna navnið er í umsettum sniði eisini tað tey brúka í Danmark; har tað eitur bidevindssejler. Navnið sipar til ávísan máta at sigla við seglum í mótvindi (neyvasigling). Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger at hon drívur móti vindinum, og er eisini orsøk til at so nógvar kunnu reka upp á land á sama staði.

Í samráð við Málráðið hava vit gjørt av at kalla hetta hvalspýggjuslagið (Velella velella) fyri Sjókorkasegl.

Navnið hevur tríggjar liðir, sjó – korka – segl. Sjó sipar til at hetta er eitt sjódýr. Korka sipar til korkalitin (purpur), sum sæst á tí partinum, ið vendir niður. Segl vísir til tann partin av hvalspýggjuni, sum stingur upp úr sjónum og virkar sum segl.

Sjókorkasegl (Velella velella). Myndina hevur Jóhannus Hansen, fyristøðumaður tikið, tá hann fann hvalspýggjurnar á  sandinum í Koltri.

Útbreiðsla

Sjókorkasegl er at finna víða um í øllum heitari høvum. Sum tað sæst á kortinum, so eru ongar skrásetingar úr føroyskum og íslendskum sjógvi, men av og á eru hesar hvalspýggjur at síggja fram við norsku strondini, heilt norður til Lofoten. Tær eru nógv meiri vanligar vestaru megin bretsku oyggjarnar enn í Norðsjónum.

Føroyar liggja í útjaðarinum av har hon hevur verið at sæð.

Skrásetingar av sjókorkasegli um okkara leiðir (GBIF).


SAMBAND

Previous
Previous

Merkið handað Tjóðsavninum

Next
Next

Fyrilestur um hetlendska málið