Koltur fyri øll
Tjóðsavnið bjóðar til kunningarfund og móttøku í sambandi við, at Koltursætlanin veruliga er farin av bakkastokki. Tiltakið verður mikudagin 16. oktober kl. 17 í hølum savnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík.
Sjókorkasegl (Velella velella)
Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn
Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.
Náttúra Kolturs í fronskum sjónvarpi
Í summar var eitt franskt sjónvarpslið frá rásini FRANCE5 og vitjaði í Føroyum. Í hesum sambandi vóru tey eisini í Koltri, har tey fylgdu fuglakanningum hjá Jón Aldará, lívfrøðingi á Tjóðsavninum
Koltursverkætlanin um veturin
Lívfrøðiligu rannsóknirnar í Koltri eru spennandi. Men tað sum vit hava lyndi til at hugsa minni um er tað nógva arbeiðið, sum fer fram myrku vetrardagarnar.
Drotningin fekk forkunnuga gávu
Í sambandi við, at Hennara Hátign Drotning Margretha II hevur verið drotning í 50 ár, hevur løgmaður handað henni serstaka gávu, ið er 50 arktiskir pílar (Salix arctica), sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at Koltur verður Føroya fyrsta friðøki
Jólapisa í Koltri
Hin 1. desember var Bjørn Patursson, fyristøðumaður Tjóðsavnsins í Koltri, og kannaði drunnhvítareiðrið í salthúsinum. Har lá enn ein rættiliga dúnut pisa.
Alment tiltak um ætlanirnar hjá Tjóðsavninum í Koltri (AVLÝST vegna koronastøðuna)
Lýst verður, tá tiltakið aftur kann haldast.
Stóru ætlaninar í Koltri fevna um tilboð til skúlanæmingar, miðnámsskúlanæmingar, útlendsk og føroysk ferðafólk, vinnuna og onnur, sum kunnu njóta friðin úti í Koltri
Plantukanningar í Koltri
Í summar vera fyrstu plantukanningarnar í Koltri síðani 1964 og spennandi verður at síggja, hvussu gróðurin er broyttur seinastu 50 árini.
Fígging latin til gransking í Koltri
Grundarlagið lagt undir 3 ára náttúrugransking í Koltri
Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 mió. kr. til endamálið.
Fyrsta nýggja tøðklukkan í 105 ár
Fyri fyrstu ferð í 105 ár er eitt nýtt slag av tøðklukku skrásett í Føroyum. Hervið eru fýra sløg skrásett.
Drunnhvíti á reiðri
Fyri fyrstu ferð ber til hjá øllum føroyingum at síggja drunnhvítar á reiðri. Tjóðsavnið hevur sett upp myndatól, sum stroymir eitt par av drunnhvítum beinleiðis.
Fólkatingsins Føroyanevnd á vitjan í Koltri
Limir úr Føroyanevndini hjá Fólkatinginum vitjaðu á Tjóðsavninum í Koltri.