Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum
Tjóðsavnið skipar aftur fyri fjøruskeiðið ætlað lærarum og námsfrøðingum. Endamálið er at geva skeiðsluttakarunum vitan og íblástur til arbeiði teirra við børnum og ungum. Skeiðið er í tveir dagar 23. og 24. august 2022 frá kl. 09.00 til 16.00. Skeiðsleisturin er at gera eina myndafrásøgn av øllum tí, sum verður funnið, og at seta tekstir til. Øll hava snildtelefon, og tað er lætt at taka myndir av tí, sum er at síggja.
Karmarnir um skeiðið eru høli Tjóðsavnsins í Kaldbak og fjøran í Kaldbaksfyrði. Pláss er fyri 10 skeiðsluttakarum og undirvísari er Jan Sørensen, leiðari á Sjódýradeild Tjóðsavnsins. Kostnaður kr. 1500,-.
Tilmelding á savn@savn.fo. Í teldupostinum skal verða upplýst navn, teldupostadressa, telefonnummar og hvaðani rokning skal sendast.
Tilmeldingarfreist er týsdagin 7. juni 2022.