Verkstova um ull á Búnaðarstovuni hin 12. mai 2022 kl. 13-16.

 

Tjóðsavnið og Búnaðarstovan skipa fyri verkstovu um ull.

Ull er livandi mentan

Ættarliðini undan okkum tóku alla ullina upp, virkaðu hana og gjørdu pløgg burtur úr henni. Tey góvu okkum ein siðaarv og kunnleikan um ullina og ullarvirking, sum vit kunnu bera víðari. Hóast ein partur av ullini verður gagnnýttur í dag av einstaklingum, sniðgevum og fyritøkum, so verður eisini ein stórur partur av ullini burturbeindur. Við at skipa árliga ullarmóttøku á Búnaðarstovuni, tóku vit eitt stig til frama fyri ullina. Men hvat er næsta stig á leiðini? Hvat meir kann gerast fyri at vísa á nýtslu av føroysku ullini? Hvussu er best at fáa uppmerksemi um føroysku ullina, góðsku, eginleikar og nýtslu? Ella er ullin og virkanin bert ein mentanararvur, sum hoyrir eini farnari tíð til? Ella er hon enn viðkomandi í nútímans samfelagnum? Vit innflyta nógva aðra ull og ullarvørur, sum hava aðrar eginleikar enn okkara ull.

Burðardygd, lokalt náttúrutilfeingi og siðbundin vitan eru hugtøk, sum hava vunnið fram tey seinnu árini. Tjóðsavnið er partur av verkætlanini LIVIND, sum er ein norðurlendsk og baltisk verkætlan um siðaarv og burðardygga menning. Ull er ein táttur í hesi verkætlan. Kristina Djurhuus Christiansen fer at greiða frá hesum. Harumframt fara Johanna Thomsen , Sissal Kristiansen og Ragnhild Højgaard at fortelja um, hvussu tær brúka føroysku ullina. Aftan á framløgurnar taka vit saman um, og fyrilestrarhaldararnir koma við eini meting av, hvat næsta stig kann vera til frama fyri ullina. Luttakararnir á verkstovuni, fáa eisini møguleika at siga sína hugsan.

Skrá:

13.00-13.05: Dorthea Joensen, Búnaðarstovan, bjóðar vælkomin

13.05-13.20: Kristina Djurhuus Christiansen, Tjóðsavnið: UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi, LIVIND verkætlanin, ull sum livandi mentan

13.20-13.40: Johanna Thomsen, Snældan: Frá ull til plagg

13.40-14.00: Sissal Kj. Kristiansen, Shisa Brand: Hví er føroyska ullin so týdningarmikil fyri Shisa Brand?

14.00-14.15: Kaffisteðgur við kaffi og kaku

14.15-15.35: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, handverk og list: Føroysk ull í listaverkum

15.35-15.50: Jóhanna, Sissal og Ragnhild: Hvat er næsta stig til frama fyri ullina?

15:50-16.00: Spurningar, viðmerkingar og samanumtikið.


Samband

 
Previous
Previous

Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum

Next
Next

Tjóðsavnið letur upp fyri summarið