Tjóðsavnið á Mentanarnáttini

 

Mentanarnáttina fríggjadagin 3. juni kanst tú vitja plantufrøðiliga urtagarðin hjá Tjóðsavninum í Kúrdali. Annleyg Patursson, urtagarðskvinna, er í urtagarðinum frá kl. 16 til kl. 18 og greiðir frá og stendur fyri sølu av føroyskum gagnplantum

Møguleiki er at keypa Heimahvonn/Bjargahvonn, skotska Meistaraurt og Leggsýru. Planturnar kosta kr. 50,- fyri hvørja.

Hvonn kann m.a. nýtast til hvannsnaps, at lata í rabarbusúltutoy, at gera bomm av og bløðini kunnu hakkast og nýtast til ymsa matgerð og í salat. Hvonn hevur í øldir verið ein týdningarmikil nyttuplanta í Føroyum og flestu garðar høvdu tí hvanngarð.

Meistaraurt er spennandi urt. Hon smakkar sum vill persilla, og hon kann eitt nú nýtast til salat og í dressing.

Sýra er ein vanlig planta, sum flest børn kenna smakkin av. Við sínum súrliga smakki er sýra góð at lata í salat ella einsamøll í laka til at eta aftur við kjøti í staðin fyri t.d. agurkusalat.

  • Uppskrift frá Kjartan L. Kristiansen

    Tú skalt brúka
    Hvannstelkar og 2 ferðir so nógv av sukri, sum hvannstelkarnir viga.

    Soleiðis gert tú
    Tak tjúkkar hvannstelkar, áðrenn hvannjólurin fer at blóma. Klúgv teir eftir longdini og sker teir í 2-3 cm langar bitar. Travsurnar skulu ikki dragast úr. Lat teir liggja undir í vatni og kóka teir, til teir eru moyrir. Tak bitarnar upp, turka teir í einum klæði, viga teir, og legg teir í eina grýtu. Stroy tað, teir viga av sukri omanyvir. Teir standa í 2 samdøgur, síðani verða teir kókaðir, til teir eru grønglærir, tá verða teir lagdir í eina sáld, so at vætan rennur frá. Legg teir um botnin á einum fati, story aftur somu nøgd av sukuri oman yvir teir og turka teir væl og virðiliga í lítlum hita, eitt nú í ovninum ella oman á oljufýrinum. Legg teir í eina dós, sum fæst væl aftur. Hon skal standa turt og fjálgt.

    Teir kandiseraðu stelkarnir kunnu goymast í nógv ár, teir fara næstan at smakka betri, sleppa teir at standa í okkurt um eitt ár.

    Nýtsla
    Et teir sum góðgæti, pynta við teimum, t.d. jólamarsipanbreyðið ella sitrónfromasjuna.

 
Previous
Previous

Tjóðsavnið fær stuðul til granskingarverkætlan

Next
Next

Savnandi Savnsdagur í Kringvarpi Føroya