Tjóðsavnið fær stuðul til granskingarverkætlan
Tjóðsavnið hevur fingið 975.837 kr í stúðli frá Granskingarráðnum til eina verkætlan við heitinum “Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum”.
Verkætlanin hevur til endamáls at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum á samfeløg og vistfrøði hjá fiski í smáum subarktiskum vøtnum. Í fyrstu atløgu verður hugt eftir tøkari føði, føði sum fiskurin etur og skapi á fiskinum. Hetta verður gjørt í Leynavatni, Saksunarvatni og Toftavatni har samanseting av síli, bleikju og kombikki er ymisk frá vatni til vatn.
Vit kunnu meta um hvussu fiskur ávirkar vistskipaninar í vøtnunum við at granska hvat fiskurin etur, hvar hann heldur til og í hvønn mun kapping fer fram í millum sløgini. Vit fara at savna dátur og samanbera við tær sum vórðu savnaðar í NORLAKE verkætlanini í 2000, og á tann hátt meta um broytingar hjá síli og bleikju í einum hitnandi heimi. Eftirlit verður hildið við hitanum í ymsum dýpum í vøtnunum meðan verkætlanin koyrir.
Henda verkætlanin fer at menna okkara vitan um feskvatnsfisk og vatnavistfrøði í føroyskum vøtnum yvir tíð og stað. Hetta er alneyðugt um lívmargfeldi skal verjast í verandi veðurlags- og lívmargfeldiskreppu.
Agnes-Katharina Kreiling á Tjóðsavninum leiðir verkætlanina í samstarvi við granskarar á lærdu háskúlarnar á Hólum og í Keypmannahavn, umframt Náttúruminjasafn Íslands.