Tjóðsavnið leitar eftir nýggjari goymslu til forngripir og aðrar savnslutir

Núverandi goymsla hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp í hølunum, og hetta er skaðiligt fyri forngripirnar. Tí mugu allir forngripir reinsast og flytast á nýggja goymslu skjótast gjørligt.

Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til hetta endamálið hjá Tjóðsavninum. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi, ið er væl egnaður, og nýtslan annars samsvarar við virksemið hjá Tjóðsavninum. Ætlaða leigumálið kann fevna um verandi, nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.

Útboðstilfarið

Leinkja til útboðstilfar:

https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-34092

Freist at lata tilboð inn: 26. august kl. 14:00 á Dalux.


SAMBAND

Previous
Previous

Fyrilestur um hetlendska málið

Next
Next

Vistskipanin í føroysku áunum