Vistskipanin í føroysku áunum

Áarløg í Føroyum hava eitt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum spælir ein týðandi leiklut í at halda natúrligu javnvágina og varðveita vistfrøðiligu heilsuna í náttúruni.

Føroysku áirnar eru sera broytiligar, alt eftir veðri og vindi. Tær eru heim til eitt plantu- og djórasamfelag, sum ikki er at finna aðrastaðni í heiminum. Sum heild eru færri sløg í føroyskum áum í mun til áir aðrastaðni í heiminum. Hóast tað hevur hvør planta og hvørt djór sín serstaka leiklut í at varðveita virkið í hesi vistskipan. Tá tað eru fá lið heldur enn fleiri, sum skulu arbeiða saman og viðlíkahalda eina vistskipan, skal tað kanska bert ein liður hvørva, fyri at øll vistskipanin dettur niðurfyri.

Tí er avgerandi at varðveita hetta serstaka lívfrøðiliga margfeldið fyri at tryggja, at áarløgini kunnu halda fram við at veita týdningarmiklar tænastur, so sum vatnreinsing, føðslurensl, og búøki fyri djór og plantur.

Kortini eru áirnar ofta hóttar av menniskjaligari ávirkan, so sum dálking, vegagerð og útstykking, sum øll seta trýst á hetta týdningarmikla umhvørvið. Menniskjalig ávirkan kann hava stórar avleiðingar fyri staðbundna lívmargfeldið í áum. Hesar avleiðingar fevna um:

Kloyving av búøkjum

Vegir kunnu býta áir sundur, órógva natúrliga renslið av vatni og avbyrgja búøki. Hetta býtið kann forða fyri rørslu hjá vatnlívfrøðiligum djórum, tí tað forðar teimum í at koma til gýtingarstøð, føðistøð og árstíðarbundin búøki. Serliga ávirkað eru sløg, ið eru bundin av einum samanhangandi áarstrekki fyri flyting. Henda avbyrging kann leiða til minkandi genetiskt fjølbroytni og tískil økja um sárbarheitina fyri at doyggja út.

Dálking

Avrenning frá vegum inniheldur dálkingarevni, so sum olju, tungmálm og kemisk evni, ið enda í áum. Hesi evni kunnu vera eitrandi fyri lívið í vatninum, t.d. leiða til minkandi staðbundin sløg og broytingar í javnvágini í vistskipanini. Sediment frá bygging kunnu grugga vatnið, sum ávirkar sløg, ið eru bundin av klárum vatni fyri at yvirliva.

Broytingar í vatnstøðu

Vegir kunnu broyta natúrligu vatnveitingina í áum, økja um títtari frárenning frá vatnskorpuni og føra til títtari og álvarsamari flóð. Eitt nú, tá áir vera tiknar burtur og bygdar aftur, verða tær oftast bygdar sum beinar kanalir og eru tí ikki natúrligar áir longur. Hesar kanalir skapa størri vatnstyrki og økja um ótstøðuga vatntilrenning, tá tey náturligu svingini í ánni eru burtur, sum áttu at minka um vatnstyrkina. Hesar broytingar kunnu gera, at áarbakkar verða eroderaðir og búøki syndrast, sum ger, at búøkini hvørva ella vera minni hóskandi fyri staðbundin sløg.

Innræsin sløg

Vegabygging kann føra innræsin sløg inn í áir, sum kunnu taka yvir og skumpa staðbundnar plantur og dýr burtur. Innræsin sløg kunnu broyta føðiketur og dynamikkir í umhvørvinum, og tí hótta tað staðbundna lívmargfeldið.

Temperaturbroytingar

Tøka av gróðri undir vegabygging minkar um skuggan, sum leiðir til hægri vatnhita. Mong vatnlívfrøðilig sløg eru viðkvom fyri hitabroytingum, serliga tey, ið eru tillagað til kaldari umhvørvi. Eitt hægri hitastøði kann minka um súrevnisinnihaldið í vatninum, sum setir trýst á ella drepur staðbundin sløg.

Samantikið kunnu hesar avleiðingar føra til stórt minkandi staðbundið lívfrøðiligt margfeldi í áarløgum, órógva vistfrøðiligu javnvágina og minka um mótstøðuførið hjá hesum skipanum mótvegis umhvørvisbroytingum, so sum veðurlagsbroytingum. Verður eitt strekki av ánni ávirkað av menniskjaligum virksemi, kann tað sostatt hava keðiligar avleiðingar á restina av áarvistskipanini.

Øll grannalondini, undantikið Føroyar, taka ymisk atilt og lógartryggja tiltøk fyri at tryggja at vegabygging og samsvarandi infastrukturur ávirkar áarløg og onnur náttúrusløg sum minst. Tey mest vanligu, sum eru kravd, eru m.a. Umhvørvisárinskanningar (EIAs). Áðrenn byggiverkætlanir verða loyvdar, verða standaridiseraðar umhvørvisávirkanningar gjørdar fyri at greina møgulig umhvørvisárin, eisini á áarløg. Hetta hjálpir at avgreina og varðveita viðkvom og sjáldsom øki, og leggja ætlan fyri tiltøk, sum skulu minka um árin á náttúruna. Eisini eru onnur krøv, sum skulu hugsast inn í byggiverkætlanir. T.d. eru arbeiðstilgongdir, sum skulu varðveita gróðurin, tá vegir verða gjørdir. Har gróðurin er órógvaður, skal endurplantast við staðbundnum gróðri, og gróðurin, sum má víkja fyri vegnum, verður tikin upp heilskapaður og settur á aftur framvið vegnum, tá arbeiðið er liðugt, soleiðis at staðbunda lívmargfeldið í umhvørvinum verður varðveitt. Gróðurin verður varðveittur fram við áarbakkunum, og stuðlar tí undir við skugga og heldur moldini fastari. Tað verður somuleiðis tikið atlit at nærumhvørvinum, tá arbeitt verður, og byggivirksemið er tí bert á álagda byggiøkinum. Har tað ber til, verða brýr hugsaðar inn framum veitir og vegir omaná áir, fyri at varðveita natúrliga vatnrenslið, so at fiskasløg kunnu flyta seg úr einum staði til annað.  Í allari tilgongdini av byggiverkætlanini verða iltnøgdir í vatninum, hitamátingar og nøgdir av dálkingarevnum kannað, soleiðis at verður áin dálkað, kann tað uppdagast tíðliga og á tann hátt minka um skaðan á áarvistskipanina. Eftir at arbeiðið er liðugt, verða kanningar framhaldandi gjørdar fyri at kanna langtíðarárinini av verkætlanini og fyri at læra av teimum mistøkum, sum møguliga vórðu gjørd, soleiðis at arbeiðstilgongdirnar altíð kunnu mennast. At raðfesta gransking kann vera við til at menna tøkni og mannagongdir, sum minka um umhvørvisárinini, t.d. at hyggja upp á minni dálkandi arbeiðstilfar og vistfrøðiligar verkfrøðisloysnir.

Lokalu fólkini og aðrir áhugapartar verða inndrignir frá byrjan og eru viðvirkandi leikarar í allari tilgongdini. Tey kunnu sostatt hava ein týðandi leiklut í, hvussu byggiætlanin skal síggja út. At kunna áhugapartar um týdningin av at varðveita áarvistskipanir kann skapa eitt tilknýti og ein áhuga millum byggifyritøkur, lokalsamfelagið og tey, sum skulu nýta vegin frameftir. At lógartryggja reglugerðir fyri, hvussu vit skulu fara við lendinum, vatngóðskuni og verndini av lívmargfeldinum kann vera við til at fáa javnvág millum náttúruvernd, varðveiting av lívmargfeldi og menning av byggilendi og infrakervi, og soleiðis minka um negativu árinini á áarvistskipanir.

Tjóðsavnið hevur í fleiri ár granskað í áarvistskipanum. Um áhugi er at lesa nakrar av útgivnu greinunum, kunnu tit gera tað her:

https://www.ntnu.no/ojs/index.php/chironomus/article/view/5075

https://www.researchgate.net/publication/260201424_Physical_nature_of_streams_in_the_Faroe_Islands_with_notes_on_their_biota

Keldur: 

  1. "Biology Concepts & Connections Sixth Edition", Campbell, Neil A. (2009), page 2, 3 and G-9. Retrieved 2010-06-14.

  2. Angelier, E. 2003. Ecology of Streams and Rivers. Science Publishers, Inc., Enfield. Pp. 215.

  3. Hansen, Leivur Janus & Gíslason, Gísli. (2010). Physical nature of streams in the Faroe Islands with notes on their biota. Annales Societatis Scientiarum Færoensis Supplimentum. 52. 259-287.

  4. https://mst.dk/erhverv/rig-natur/miljoevurdering/om-miljoevurdering

  5. Physical nature of streams in the Faroe Islands

  6. https://environment.ec.europa.eu/law-and-governance/environmental-assessments/environmental-impact-assessment_en

 


SAMBAND

Previous
Previous

Tjóðsavnið leitar eftir nýggjari goymslu til forngripir og aðrar savnslutir

Next
Next

Tær uppruna føroysku skørurnar