Tvær nýggjar Framsýningar á Tjóðsavninum
Fríggjadagin 14. apríl kl. 15 lata tvær nýggjar fastar framsýningar upp í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6. Talan er um eina framsýning um seyð og ull og eina um føroysk klæði og siðbundið handverk.
Arbeitt hevur verið eina tíð við hesum framsýningum, og møguleiki hevur verið fyri at sæð ávegis arbeiðið, men nú eru framsýningarnar lidnar og fríggjadagin verða hesar alment tiknar í nýtslu.
Skrá:
Rannvá Winkler, savnsvørður bjóðar vælkomin
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur Ph.d. hevur framløgu um, hvussu ull og arbeiðið við ull sæst aftur í fornfrøðini í Føroyum
Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur hevur framløgu um føroysk klæði og livandi mentan
Kaffi og te
Tiltakið er alment og ókeypis og Tjóðsavnið bjóðar ein drekkamunn.