Fyrilestur um hvalastøðirnar á Suður Georgia
Mikukvøldið 19. apríl kl. 19.00 verður almennur fyrilestur við Professara emeritus Bjørn L. Basberg undir heitinum "Hvalfangststasjonerne på Syd Georgia. Historie – og kulturarv”.
Bjørn Basberg er Professari emeritus á Norges Handelshøyskole í Bergen. Hansara granskingarøki hevur serliga verið tøkni- og maritimsøga, og serligan áhuga hevur hann fyri hvalaveiðin og búskaparligu søguni í økjunum við Antarktis.
Bjørn Basberg er virkin í arbeiðinum at granska og varðveita ídnaðararvin á Suður Georgia. Hann er stýrislimur í South Georgia Heritage Trust og limur í Heritage Advisory Panel fyri Suður Georgia.
Tjóðsavnið hevur bjóðað Bjørn Basberg til Føroya, í sambandi við arbeiðið, sum savnið ger á Hvalastøðini við Áir. Hvalastøðin við Áir er nevnliga av sama slagi, sum ein av hvalastøðunum á Suður Georgia.
Fyrilesturin verður í hølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga væl komin.