Tveir nýggir savnsvørðir á Tjóðsavninum

 

Tjóðsavnið hevur sett tveir nýggjar savnsvørðir á plantudeildini og fólkalívsdeildini.

anna_solvia.jpg

Kolbrún í Haraldsstovu er sett í starv sum savnsvørður á Plantudeildini. Kolbrún, ið er 28 ár, hevur masterútbúgving frá universitetinum í Keypmannahavn og landbúnaðaruniversitetinum í Uppsala við serligum denti á umhvørvisfrøði. Uppgávurnar hjá Kolbrún eru sera ymiskar, m.a. skal hon miðla plantulívið í Føroyum, framleiða undirvísingartilfar, geva plantufrøðiliga ráðgeving, røkja plantusavnið á Tjóðsavninum og standa fyri innsavningararbeiðinum og granskingini á deildini.


anna_solvia.jpg

Kristina Djurhuus Christiansen er sett í starv sum savnsvørður á Fólkalívsdeildini. Kristina, ið er 40 ár, er útbúgvin antropologur frá universitetinum í Lund, og hon hevur drúgvar starvsroyndir frá m.a. Nationalmuseet í Danmark. Uppgávurnar hjá Kristinu verða eisini fjølbroyttar, men høvuðsdentur verður lagdur á at arbeiða við livandi siðaarvinum í Føroyum og við UNESCO-sáttmálanum um livandi siðaarv.

 

Vit ynskja Kolbrún og Kristinu vælkomnum á Tjóðsavnið og blíðan byr við størvunum.

 
Previous
Previous

2020 er altjóða ár fyri plantuheilsu

Next
Next

Nýggj ársfrágreiðing