2020 er altjóða ár fyri plantuheilsu

 

2020 er altjóða ár fyri plantuheilsu

Hetta var gjørt fyri at leggja altjóða dent á týdningin at verja plantur, soleiðis at vit kunnu minka um hungursneyð, fátækradømi og eisini verja umhvørvið og stimbra búskaparliga menning.

At verja plantur er at verja lív

Plantur eru grundarlagið undir næstan øllum lívi á jørðini. Tær vera nýttar sum føði bæði hjá menniskjum og djórum. Úr plantutilfari verða vunnin nógv alneyðug evni, og helmingurin av heimsins heilivági er fingin úr plantum.  Hóast hetta, hugsa vit ikki nógv um heilsustøðuna hjá plantunum.  Tað kann hava við sær keðiligar avleiðingar. FAO metir at upp til 40% av grøði verður mist hvørt ár orsakað av plantufarsóttum og sjúkum. Hetta merkir at fleiri milliónir menniskju hava ikki nóg mikið av mati og eisini skaðar tað landbúnaðin, sum er høvuðsinntøkan hjá nógvum bygdasamfeløgum kring heimin.

Heilsustøða planturnar er í stórum vanda. Veðurlagsbroytingar og menniskjaligt virksemi hava broytt vistskipanir kring heimin. Tað vil siga at lívfrøðiliga margfeldið er minkað og nýggjar kringumstøður eru, har farsóttir trívast væl. Somuleiðis er altjóða ferðing og flutningur trífaldaður seinastu áratíggju, og tí er tað enn lættari at spjaða farsóttir og sjúkur kring heimin. Hetta ger stóran skaða fyri upprunaplantur og náttúruna sum heild.

At verja plantur móti farsóttum og sjúkum munar nógv betur enn at fáast við tær avleiðingar sum henda, tá heilsustøðan hjá plantum er komin í vanda. Tað er næstan ógjørligt at burturbeina plantufarsóttir, tá tær hava fest seg í avgrøði. Fyribyrging er alneyðug fyri at sleppa undan oyðileggjandi avleiðingunum, sum farsóttir og sjúkur hava á landbúnað, mattrygd og lívsgrundarlagið hjá flestu menniskjum.

Vit hava øll ein leiklut at spæla í hesari fyribyrging!

image.jpg

Visti tú?

80% av matinum vit eta og framleiða og 98% av súrevninum vit anda inn kemur frá plantum

Upp til 40% av altjóða grøði verður mist hvørt ár orsakað av plantufarsóttum

Gagnlig skordýr eru lívsneyðug fyri plantuheilsuna, tí tey dusta flestu plantur og halda farsóttum niðri, somuleiðis sum tey halda moldina sunna og endurnýggja føðsluevni

Hvat kunnu vit gera?

  • Hugsið tykkum um áðrenn tit flyta plantur heim úr øðrum londum ella keypa plantur

  • Keypið heldur upprunaplantur at seta í urtagarðin

  • Haldið tykkum til vegleiðingar frá altjóða heilsumyndugleikum í samband við innflutning av plantum og plantuvørum

  • Gerið íløgur í plantuheilsu, plantumenning og gransking

  • Verið við til at styrkja eftirlit og ávaringarskipanir, fyri at verja plantur, áðrenn ov seint er

Les meira um altjóða árið fyri heilsusstøðu planturnar her: http://www.fao.org/plant-health-2020/about/en/

 

Hví er tað týdningarmikið at kenna til plantur?

Plantur eru grundarlagið fyri næstan øllum lívi á jørðini

- Plantur eru føðin og liviumstøðurnar hjá flestu djórum, tí ber til at siga at plantur eru grundarlagið fyri trivnaðin av mesta lívinum á jørðini.

Plantur vera nýttar sum føði hjá menniskjum og djórum

- Vit eta grønmeti hvønn dag, og hetta er alt plantusløg sum vaksa runt í heiminum!

- Flestu djórini sum vit eta, eta sjálvi bara plantur til matna!

Úr plantutilfari verða vunnin nógv alneyðug evni

- Hesi evni eru til dømis at finna í heilivági, ídnaði, bygging, húsbrúki o.s.fr.

Helmingurin av øllum heimsins heilivági er fingin úr plantum

- Allur heilivágurin vit keypa á apotekinum, inniheldur evnir úr plantum

  

Altjóða týdningurin av plantum

Plantur lata út oxygen sum vit anda inn

Oxygen, sum er tað súrevnið vit anda, fáa vit frá plantum. Tær framleiða súrevnið til okkum við at upptaka carbondioxid ( C) úr luftini, sum er tað andingarevnið menniskju anda út.

Plantugróður sum C goymsla

Plantur kunnu ikki bert taka inn C, tær kunnu eisini goyma tað í sær. Viður og annar plantuvøkstur virkar sum C-goymsla og tað ger at C  verður goymt í plantunum og ikki sent útaftur í luftina. Hetta hjálpir at halda javnvágina millum C og oxygen í luftini.

Størsta mongdin av mati kemur frá plantum

Øll heimsins matgoymsla er tengd at umleið 150 plantusløgum, og av teimum eru tað 12 plantusløg sum geva okkum tríggjar fjórðingar av øllum heimsins mati. Meira enn helvtin av allari orku sum er vunnin úr mati, kemur frá trimum ymiskum plantusløgum sum vera nýtt sum alivøkstur til allan heim. Hesi eru rís, hveiti og mais.


Samband

 
Previous
Previous

Mólendi - lívsneyðugar vistskipanir

Next
Next

Tveir nýggir savnsvørðir á Tjóðsavninum