Military Permit frá seinna heimskríggi
Military Permit frá seinna heimsKríggi
Gripurin hendan mánaðin er eitt persónligt pass ella eitt hernaðarligt loyvi, ið gav atgongd til loynilig ella forboðin hernaðarlig øki. Loyvið átti Petur Dahl, sonur Jákup Dahl próst, sum búði í próstagarðinum í Sandagerði. Undir seinna heimskríggi var Sandagerði avbyrgt hernaðarligt øki. Bretar róptu økið fyri “Cable Area”. Hetta komst sjálvandi av, at telegrafkaðalin, sum gekk til Hetlands, kom í land her. Tað var longu í 1906. Hetta var einasti beinleiðis samskiftisvegur hjá Føroyum við útheimin, og bretar vildu tí verja kápilin og kápilshúsið, har kápilin kom inn.
Jákup Dahl hevur latið savninum skjalið. Hann vaks upp í prestagarinum í 40- og 50 árunum. Hann minnist, at fyri at verja økið, høvdu bretar bygt eitt kanónbattarí á Liasartrøð, eitt maskinbyrsureiður í havanum í prestagarðinum og eisini var eitt kanónbattarí á Argjahøvda. Liasartrøð er mest sum burtur í dag, men lá niðanfyri Dr. Dahlsgøtu. Tætt omanfyri kápilshúsið høvdu bretar eina barakk til vaktirnar. Toftirnar av kápilshúsinum eru enn sjónligar í landslagnum.
Øll fólkini, sum hoyrdu til prestagarðin og hini sethúsini í Sandagerði, skulu sostatt vísa fram loyvi, áðrenn tey sluppu inn um girðingina.
Hetta vísir, at Sandagerði var eitt týdningarmikið strategiskt mál og var eisini bumbað undir krígnum. Í november 1940 slepti eitt týskt flogfar tvær torpedoir úti á reduni. Ein av torpedunum rakti eitt sker í Sandagerði. Í bókini “Bumbur yvir Føroyar”, sum Norrønafelagið gav út í 1946, verður siterað úr Dagblaðnum:
Kápilhúsið, ið stóð næst, fekk nakað av skaða. Ein barakk, ið stóð har nærhendis fekk báðar endarnar blástar úr. Verstu viðferðina fingu próstahúsini. Har var hvørt einasta vindeyga í eysturendanum sorlað inn, og ikki ein rútur í suðurendanum var heilur. Einstøk vindeygu vóru heilt skrædd burtur, og einstakir karmar eisini. Eitt skrivaraborð, ið stóð við vindeyga í lesiverilsinum eystureftir, brotnaði, uppsatsurin á einum øðrum skrivaraborði, ið stóð móti innvegginum í sama rúmi, varð tveittur fram móti vindeyganum, og bøkur og pappír vóru slongd í ein hurlivasa. Annars var ymiskt annað farið í sor. M.a. allir urtapottarnir, vasar, skálir, yvirparturin av einum “buffet” var tveittur fram á gólv, útdyrnar til roykstovuna inni í garðinum vóru skræddar úteftir og høvdu tikið karmin við, og eisini úthurðin inn í lesiverilsið var rivin av hongslunum.
Stórur fólkaskaði var tíbetur ikki. Kona Petur Dahl var skorin so mikið illa, at lækni mátti binda til. Próstahúsini hava annars fingið annan skaða, við at tey eru tikin so mikið av lagi, at hurðarnar ikki kunnu latast aftur, og syllir og annað hevur skotið seg nakað illa.
Tað er sera áhugavert at lesa, hvat stendur í passinum. T.d. stendur, at passið hevur gildi frá 15. desember 1941 kl. 00:01 til 14. desember 1942 kl. 23:59 - altso tveir minuttir undir eitt ár. Víðari stendur, at endamálið við passinum er “going to his fathers house ... at all hours”, altso at vitja foreldrini nær á døgninum tað skuldi verða. Eins og í vanligum passi er ein lýsing av eygum, hárliti, hædd og tjóðskapi. Treytirnar fyri at koma inn á forbodnu økini, sum vóru umfataði av Official Secrets Act, 1911 skuldu takast í størsta álvara. Brot á hesar kundu geva upp til 14 ára fongsulsrevsing.
Tað vóru fleiri slík hernaðarlig øki í Føroyum undir krígnum, har tey, sum høvdu lóglig ørindi á økinum, skuldu hava serligt loyvi. Sum dømi skal nevnast Vágoyggin. Hon var, øll sum hon var, serligt øki, og tí høvdu øll vágafólk líknandi pass.