Træhesturin úr Kvívík

 
Tóki heldur hestinum frá víkingatíð. Mynd Tjóðsavnið 2019.

Tóki heldur hestinum frá víkingatíð. Mynd Tjóðsavnið 2019.

Træhesturin úr Kvívík

Ímynda tær fyri 1000 árum síðani - í víkingatíð - at børn niðri á Toft í Kvívík hava sitið og spælt við sínar leikur - harímillum ein lítlan træhest, telgdur úr einum tunnum træpetti.

Gripurin hendan mánaðin er ein leiku træhestur, ið varð funnin í einum fornfrøðiligum útgrevstri í Kvívík í 1957, sum fornfrøðingurin Sverri Dahl stóð fyri. Útgrevsturin varð skipaður av Føroya Forngripagoymslu og byrjaði undir seinna heimsbardaga í 1941 og helt fram í 1942, 1946, 1956 og 1957. Í 1952 varð Føroya Fornminnissavn stovnað og Sverri Dahl fekk starvið, sum landsantikvarur. Hetta var fyrsti veruligi fornfrøðiligi útgrevsturin í Føroyum, sum er ógvuliga týdningarmikil í menningini av føroyskari fornfrøði.

Leivdirnar og gripirnir frá hesum útgrevstri hava framvegis stóran áhuga millum fólk og uttanlands hevur serligur áhugi verið fyri útskorna træhestinum úr Kvívík.

Ofta fáa børn leikur at spæla við, sum minna um tað, sum foreldrini brúka í gerandisdegnum. Soleiðis var eisini í víkingatíð, tá fólk ferðaðust á hestbaki og tí var vanligt hjá børnum at spæla við leikuross, eins tað í dag er vanligt at spæla við bilar. Tað er sera hugtakandi, at vit gjøgnum fornfrøðiligar útgrevstrar og gripir, hava møguleikan at síggja og fáa vitan um, hvat hevði týdning fyri børn og vaksin fyrr í tíðini.

Staðurin, har hesturin varð funnin, eitur niðri á Toft, har ein avtoftað búseting er funnin í útgrevstrinum, sum er tíðarfest til víkingatíð. Sostatt er staðfest, at fólk hava búleikast í Kvívík í víkingatíðini onkuntíð millum ár 800 og 1050.

Í útgrevstrinum niðri á Toft fann Sverri Dahl eisini aðrar leikur, eitt nú eina træryssu og træbátar. Hesir og aðrir forvitnisligir lutir kunnu síggjast í framsýningarhølunum hjá Tjóðsavinum í Brekkutúni. Eisini kanst tú leggja leiðina til Kvívíkar at síggja endurreistu víkingaaldarligu húsatoftirnar.

Tá tú ert niðri á Toft í Kvívík og gongur millum leivdirnar, kanst tú ímynda tær, hvussu nógv lív hevur verið á staðnum, har hesturin bleiv funnin. Her hava børn spælt við træleikur, tey vaksnu hava stákast og kanska hevur onkur av teimum vaksnu fortalt eina góða søgu ella sungið ein sang fyri børnunum. Við hesum kunnu vit siga, at lív enn er í gomlu leivdunum og gripunum.

Heimmildir: Tjóðsavnið Gripagoymsla (Savnsnummar 3797); Sverri Dahl, 1951, Fornar toftir í Kvívík. Í Varðin 29. bind. s. 65-96. Tórshavn: Felagið Varðin; Sverri Dahl, 1979, Forn barnaleiku í Føroyum. Í Mondul, blað nr. 3. s. 3-13. Føroya Fornminnissavn.


 
Previous
Previous

Lykilin og hamarin

Next
Next

Military Permit frá seinna heimskríggi