Lundararmingi
Lundararmingi, Lysimachia nemorum, er ein heldur sjáldsom planta í Føroyum. Hon er higartil bert funnin á tveimum oyggjum í Føroyum. Hóast plantan er sjáldsom, so veksur hon kortini væl í urtagørðum. Plantan er lág og krúpandi við vøkrum gulum blómum. Hon veksur í vátum eyri og blomstrar vanliga í juli.
Tað vóru Kristianna og Mass Jensen, sum settu niður Lundararminga í plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð tíðliga í nítiárunum. Tað eru avleggarar av hesi somu plantu, sum er settir niður í nýggja plantufrøðiliga urtagarðin í Hoyvík.
Sært tú eina sjáldsama plantu sum hesa úti í náttúruni, er best at lata hana fáa frið. Kom heldur oman í urtagarðin í Hoyvík og njót planturnar har. Til ber eisini at venda sær til gartnaran hjá okkum, Annleyg Patursson, og biðja um avleggarar av ymiskum plantum.