Prunk úr víkingaøld

 

Nýggj vitan um gripir úr Føroyum í víkingaøld. Í samband við framsýningararbeiði á heysti 2018 komu vit fram á forvitnisligar lutir úr víkingaøld. Arbeitt var á goymslu Tjóðsavnsins við serframsýningini, “Heimið, karmur um handverk og skapandi evni”. Endamálið var at lýsa útgrevsturin frá 1958 á Oyrini í Fuglafirði, har millum annað eitt langhús frá víkingatíð var útgrivið.  

Mynd 1: Mynd frá útgrevstrinum á Oyrini, Fuglafjørður, R-1958-03b-31, Tjóðsavnið.

Mynd 1: Mynd frá útgrevstrinum á Oyrini, Fuglafjørður, R-1958-03b-31, Tjóðsavnið.

Millum útvaldu lutirnar til serframsýningina, var ein trælutur ið hevði forvitnislig prunk (prýði). Hesi prunk eru ongastaðni nevnd í skrivligu frágreiðingunum frá útgrevstinum í 1958.

Rannvá Winkler, savnsvørður, greiðir okkum soleiðis frá: “Eftir at hava verið ígjøgnum alt tilfarið á telduskerminum, varð hugt nærri at sjálvum gripunum, ið útvaldir vóru til serframsýningina. Vit taka eina eskju fram har fleiri gripir eru í. Tá sæst týðiliga, at á einum av gripinum, eru meira enn bara skøvur – har tyktust at verða tvey, kanska fleiri skip, ískorin skip, ið líkjast víkingaskipum.”

Mynd 2. Gripur við ískornum skipum, Tjóðsavnið.

Rannvá greiðir okkum víðari frá: “Hetta var sera spennandi og vísti seg ikki at verða einasti ískorni gripurin úr samlingini. Umframt gripin við ískornum skipum, var ein fjøl við trimum ískornum merkjum, ið heilt týðiliga eru valknútar “.

Mynd 3: Fjøl við trimum ískornum merkjum

Rannvá leggur afturat, at “Ískornu gripirnir leggja upp til eina fornfrøðiliga endurskoðan og eftirviðgerð við tí vísind og tøkni fornfrøðin hevur í dag, samanborið við 1958”.

Hesir tankar um fornfrøðiliga endurskoðan førdu millum annað við sær, at nakrir av gripunum vóru endurskoðaðir við nýggjari tøkni.

Við nýggju myndunum, síggja vit týðulig prunk á gripunum. Bæði tíð og orka er brúkt til at prýða lutirnar í heiminum við m.a. skipum og valknútum. Tað er tí alsýnt, at prunk á gripunum hevði týdning fyri fólkini heima á Oyrini. Kunnu hesi prunk frá víkingaøld verða knýtt at tíðarrákum, list og myndamáli í samband við trúgv og áskoðan í víkingaøld?

Valknúturin

Ofta er torført at tulka súmbol og bæði skip og valknútar eru at síggja í ymiskum sniði í Skandinavia. Vit vita, at skip vórðu lívstýðandi í víkingaøld, tí at tey knýttu fólkini í Føroyum við útheimin. Uttan víkingaskipini vórðu tey ikki komin til Føroya. Valknúturin hevur verið settur í samband við deyðskultin hjá Óðin, men eisini í samband við gudin Tór. Millum annað er valknúturin funnin (í einum rundleiddum sniði) á einum Tórshamara í gravstaðnum Bredsӓttra á Ölandi. Eisini eru skip og valknútar funnin á sama gripi, eitt nú á einum myndasteini á Gotlandi, tíðarfestur til uml. 550-799 e.Kr.

Mynd 5. Myndasteinur úr Gotlandi Stora Hammers I. Mynda kelda httpswww.bungemuseet.sewp-contentuploads201612DSC_5737.jpg Mynda viðgerð Ann Sølvia S. Purkhús.

Mynd 6. Reyða markeringin á myndini vísir, hvar valknútarnir eru.

Mynd 6. Reyða markeringin á myndini vísir, hvar valknútarnir eru.

Hesi forvitnisligu prunk vísa okkum, at sami súmbolikkur, ið er at finna í Skandinavia, eisini er at finna á gripunum í Føroyum frá víkingaøld. Tí kann eisini hugsast, at somu áskoðanir og siðvenjur vóru í Føroyum í víkingaøld sum aðrastaðni í Skandinavia og Útnorði.


RTI fototøkni

RTI stendur fyri Reflectance Transformation Imaging. Um RTI skal rigga, mugu nógvar myndir takast av lutinum, har myndatólið stendur í sama stað, meðan blitsið verður flutt kring gripin. Blitsljósini úr ymisku ættunum, verða loftað av tveimum svørtum kúlum við liðina á gripinum. RTI-forritið roknar síðan allar myndirnar saman í eina mynd. Við hesum kann ljóskeldan stýrast og varpa ljós og skuggar á gripin. Óteljandi innstillingar av skuggum og litum eru í RTI-forritinum, sum fáa smámunir og prunk á gripum at traðka skilligari fram.


Samband

 
 
Previous
Previous

Lundararmingi

Next
Next

Strimmilskrivarin hjá Hilbert