Snultivespan úr suðuroy
Ein av elstu gripunum í skordýrasavninum er ein snúltivespa av slagnum Homotherus locutor. Hon var savnað í Suðuroy einaferð ímillum 1863 og 1868. Hesi árini var læknin Adolph Frederik August Berg (1836-1918) í Suðuroy, og hann savnaði skordýr fyri Zoologisk Museum í Keypmannahavn. Hann savnaði allar árstíðir og um alla oynna.
Ein annar lækni, Leif Dahl (1910-1982), var eisini sera áhugaður í skordýrum. Umframt sjálvur at savna sera nógvar firvaldar fekk hann eisini fatur á ymsum gripum úr Zoologisk Museum. Ímillum hesar eru 32 sum Berg savnaði. Leif Dahl ognaði Føroya Náttúrugripasavnið hetta stórsligna skordýrasavn.
Í Føroyum eru yvir 200 sløg av snultivespum. Tær víggja í ella á ormverur hjá øðrum skordýrum og tá eggið klekist til eina ormveru, etur hon hina ormveruna. Homotherus locutor víggjar í firvaldaormverur.