Priapulus caudatus

 
D35BB6E0-F833-4E63-B29B-F15E532536E5.png

Dýrið á myndini hevur latínska heitið Priapulus caudatus og hevur onki føroyskt navn. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí hetta er eitt sera sjáldsamt dýr í Føroyum, eisini tá hugsa verður um, at bretar ofta kalla hetta dýrið fyri penis worm, tí skapið minnir um skapið á mannliga kynslutinum. Upprunanavnið er úr grikskum og hevur við fruktbæri at gera.

Dýrið er funnið tann 26. juni 2003 á 30 metra dýpi út fyri Nesá í Kollafirði. Botnurin var bleytbotnur, tað vit kalla siltíblandaðurleirur. Hetta var á kanningarferð við Biofarinum, tá leitað varð eftir einum øðrum sjáldsomum dýri.

F04DDFE8-DED0-4C0D-AF92-84B2FF36EE75.jpeg

Tað er ikki lætt at skriva um støddina, tí tað veldst um hvørjari støðu dýrið er í. Tað kann strekkja seg og síðan trekkja seg saman. Lættari er tá dýrið er deytt, tí tá ber til at máta. Tey størstu eintøkini á Tjóðsavninum eru um 5-6 cm til longdar og um 1 cm tjúkk. Afturat kemur so halin, sum kann vera ymiskur til longdar.

Á Zoologisk museum í Keypmannahavn goyma tey eisini dýr úr Føroyum. Hetta er tilfar, ið er sent til Danmarkar, áðrenn vit fingu okkara egna savn í Føroyum. Har er eitt lítið savn av priapulus-ormum úr Føroyum, og á tí eina stendur 

Ørdevig (af en rødspætte mave), 26-15 m, 4-6-1913, C11

Har vóru tveir ormar og tann eini var 8 cm langur, 1 cm tjúkkur og halin var 3 cm. Hetta er eitt rovdýr, sum grevur seg gjøgnum tann bleyta botnin fyri at finna føði. Føðin er fyri tað mesta ymiskir bustumaðkar (polychaetar), sum eisini liva niðri í botninum. Hetta dýrið hoyrir til ein bólk av dýrum, sum bæði eru sjáldsom og sermerkt. Tað eru bara 20 núlivandi sløg av priapulidum og tey liva øll í sjónum. Tey flestu eru heilt smá og finnast bara í sandi á tropiskum oyggjum. Hetta eru dýr, ið síggjast aftur sum fossilar í jarðarløgum heilt aftur móti tíðarskeiðinum kallað Cambrium (500 mió. ár síðan).

Dýrini er einføld í sínum bygnaði. Tað er bara ein kroppur og ein hali. Úr kroppinum kann koma ein framkroppur, sum verður brúktur til at draga dýrið frameftir gjøgnum tað bleyta tilfarið. Aftast er ein trevjutur hali, sum tey flestu halda er eitt slag av andaskipan. 

Priapulus caudatus - skurður av framkroppi og svølgi

Priapulus caudatus - skurður av framkroppi og svølgi

Innan er bert ein sorningarrás, kynsgøgn og vøddar. Har er ongin heili, onki hjarta og onki blóðrensl, men inni í svølginum er ein sermerkt og heldur óhugnalig tannskipan. Tá dýrið tekur seg fram gjøgnum móruna og kemur fram á onnur dýr, smoyggir tað svølgið út og dregur síðan svølgið innaftur við tí sum hongur uppí teimum óhugnaligu tonnunum. 

Tennirnar eru skipaðar í eitt eyðkent skrúvandi mynstur, sum ger at hetta elligamla slagið kann setast í ættarbandssamband við djórabólkarnar Loricifera og Kinorhyncha. Hetta sambandið er eisini staðfest við nýggjari gentøkni.

Í Føroyum eru tvey sløg av priapulidum: Priapulus caudatus og Priapulopsis bicaudatus. Gripurin henda mánaðin hoyrir, sum greitt frá, til slagið P. caudatus, sum mest er at finna í bleytum botni á øllum føroyskum firðum. Seinna slagið P. bicaudatus, er bert funnið á leiðum norðanfyri móti íslendska markinum og allan vegin eystanfyri og suðureftir, men tó í nógv djúpari sjógvi – okkurt um 400-500 metra dýpi. 

2D900982-1036-42AE-8B67-C16DBA7DEDC5.jpeg

Samband

 
Previous
Previous

Kvinnumóti á Eystanstevnu í 60-unum

Next
Next

Snultivespan úr suðuroy