Tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir

 

Tekningina hevur Harald Thomassen, búsitandi í Helsingør, sent okkum. Pápi hansara, Jógvan, var skipari og skjútti á hvalabátum, og abbin var norðmaðurin Harald Thomassen. Harald eldri kom sum ungur lærlingur við Albert Grøn, sum átti og setti ta fyrstu hvalastøðina upp á Gjánoyri í 1894. Harald varð verandi og giftist á Langasandi. Tá ið støðin á Gjánoyri helt uppat, fór hann á hvalastøðina við Áir.

Tekningin er dagfest 3. apríl 1948, og er eitt ‘Roterende Hvalkokeapparat’, sum norska maskinverksmiðjan Kværner framleiddi til Pf. Sperm, sum tá átti hvalastøðina við Áir.

Um vit síggja fyri okkum, at hvalur, sum varð flensaður á hvalastøðini, t.e. at spikið varð skorið av hvalinum, varð síðani sagaður sundur. Stykkini vórðu hálað við spølum, til tey fóru niður í hesar kókarar. Spik, tvøst, garnar og beinagrind, alt varð kókað, og ein partur varð blástur í ein skiljara. Lýsið, sum fleyt omaná, varð pumpað yvir í eitt annað hús, og har reinsað og viðgjørt. Av tí at eisini beinagrindin varð kókað til mjøl og tøð, nevndist hesir kókarar onkuntíð beinknúsarar.

Fyritøkan Kværner hevur eina spennandi søgu, stovnað í 1853 sum Kværner Brug. Í 1860-árunum gjørdist fyritøkan mekanisk verksmiðja. Tíðliga í 1900-talinum framleiddi Kværner tekniska útgerð til ymsar ídnaðir, millum annað til hvalaídnaðin. Á eitt nú hvalastøðini Husvik Harbour í Suður Georgia í Suðuríshavinum stendur enn ein sovorðin kókari frá Kværner. Kókarar, sum tann á tekningini, setti Kværner í framleiðslu í 1930-árunum. Ein onnur fyritøka, týska R.A. Hartmann, fór at framleiða kókarar til hvalaídnaðin í 1920-árunum, men teir høvdu annan form og snið. Kværner er enn til undir navninum Aker Kværner, seinni Aker Solutions.

kverna+1.jpg

Kókarar

Á hvalastøðini við Áir standa tríggir sovorðnir kókarar. Tann fyrsti kom í Spermsa tíð, helst í 1948, sum tekningin sigur. Tveir kókarar komu seinni, helst eftir 1954, men tað vita vit ikki heilt fyri vist. Tá hevði fyritøkan Pf. Hvalarakstur hjá J.F. Kjølbro í Klaksvík hvalastøðina.

Pf. Sperm hevur eisini eina spennandi søgu. Tað vóru Thorstein Petersen og Christian Holm Jacobsen, sum myndaðu fyritøkuna á hvalastøðini við Áir, árini 1944-52, tá ið ið fyritøkan fór á húsagang, um somu tíð sum Sjóvinnubankin eisini fór. Hesir báðir vóru nógv frammi í føroyskum politikki og vinnulívi í 1930-40-árunum.

Men Pf. Sperm sá til at nýmótansgera støðina við m.a. einum kókara, sum stendur inni í einum húsi, sum verður nevnd Pressan. Hvat kókarin hevur kostað, tað vita vit ikki, men tað hevur verið at baks at talja, snara, skvera og seta hesa maskina upp. Kókarin er stórur.

Hinir báðir kókararnir standa inni í einum øðrum húsi, sum verður nevnd Kvernan. Hesir kókarar verða nevndir kvernur, og upprunin stavar frá verksmiðjuni Kværner.

Tað kemur fyri, at vit fáa kort og tekningar frá fólki. Vit hava ikki skjalasavnið á hvalastøðini, og tað er ivasamt, um tað er til. Tó finnast skjøl, tekningar og væl av fotomyndum, men lítið av tekniskum tekningum sum hesari av útgerðini á støðini.

Tað er okkurt dragandi við nøvnunum á hesum mekanisku verksmiðjum, sum lótu útgerð til hvalastøðina. Kværner var ein, danska Titan ein onnur, svenska Atlas Copco, týska Schlotterhose & Co. Maschinenfabrik í Bremerhaven og Cochran & Co. Annan Ltd. í Skotlandi.


Samband

 
 
Previous
Previous

Indiatítlingur

Next
Next

Silvurmynturin frá Danelagen til Netflix