Silvurmynturin frá Danelagen til Netflix

 
eivor.jpeg

Í 2016 varð ein sjáldsamur hálvur silvurmyntur funnin við eina grøv í kirkjugarðinum í fornfrøðiliga útgrevstinum niðri á Bakka á Velbastað. Kanningar vístu, at mynturin var sligin í Chester í Wessex í Suðuronglandi onkuntíð millum 910 og 915, har ið Netflix-røðin ‘Last Kingdom’ eisini fer fram og sum Eivør hevur gjørt tónleikin til.   

Nýggjar tíðarfestingar av brendum bygkornum, ið eisini vórðu funnin í kirkjugarðinum, siga, at kornini eru frá millum 765 og 905. Áðrenn vit fingu at vita, hvussu gomul hesi brendu kornini eru, var mynturin einasta tíðarfesti gripur úr kirkjugarðinum niðri á Bakka á Velbastað. Brendu kornini stuðla nú undir, at kirkjugarðurin á Velbastað er tíðliga úr víkingaøld. Mynturin vísir, at Føroyar í 900-árunum hevði handilssambond, ið rukku langt út um landoddarnar.

 
Røntgenmynd av silvurmyntinum.

Røntgenmynd av silvurmyntinum.

Á aðrari síðuni á myntinum síggjast stavirnir ADVVEA, sum er brot úr +EADVVEARD REX, sum merkir Edvard kongur. Á hinari síðuni hómast linjur og bogar, sum kunnu tulkast sum helvtin av einum blómumotivi, og stavirnir GA, sum eru síðstu stavirnir í BVGA, ið er navnið á Boga, ið var myntmeistari.

Út frá hesum sæst, at mynturin er sligin í Chester í árunum 910-915. Mynturin er ein silvur penny frá anglosaksiska konginum av Wessex, Edvardi eldra, ið ráddi í árunum 899-924. Mynturin er sera sjáldsamur, og  granskarar vita bert um 4 slíkar myntir afturat hesum.

Tað var Hákun Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, ið fann myntin, og Jens Christian Moesgaard á danska National Musenum, ið greinaði hann.

 
danelagen.jpg

Danelagen

Í hesum tíðarskeiði ráddu danir yvir meginpartinum av Onglandi, í økinum, ið verður rópt Danelagen. Danelagen var partur av stóra økinum kring Altantshavið, har víkingar høvdu búsett seg í 800-árunum. Føroyar var partur av hesum stóra veldi. Tað eydnaðist tó ongantíð víkingunum at taka alt Ongland. Alfred tann stóri, pápi Edvard eldra, megnaði at steðga víkingunum og varðveita sunnara part av Onglandi.

Edvard eldri helt á at verja markið og bygdi skansar fram við markinum at steðga álopunum frá víkingunum. Tað er helst  her, tá víkingar og anglosaksar hava hitst, at mynturin hevur skift hendur og er endaður í einum kirkjugarði á Velbastað.



4. umfar av Last Kingdom fer fram í Suðuronglandi um somu tíð sum Edvard eldri ræður fyri borgum.

4. umfar av Last Kingdom fer fram í Suðuronglandi um somu tíð sum Edvard eldri ræður fyri borgum.

Silvurmynturin á Netflix?

Í dag hava føroyingar eisini sambond út í heim. Tað er Eivør, ið saman við John Lunn hevur gjørt tónleikin til sendirøðina ‘Last Kingdom’, ið verður send á Netflix.

Nýggjastu partarnir av sendirøðini fara fram í Suðuronglandi - á sama staði og um somu tíð, sum silvurmynturin á Velbastað varð sligin. Tað er í 4. umfari av sendirøðini, at Edvard eldri er vorðin kongur. Tey, ið fylgja við sendirøðini á danska Netflix, mugu tó brynja seg við toli, tí her eru tey ikki komin longri enn til 2. umfar í sendirøðini, og Alfred er enn kongur í Onglandi. Vit gleða okkum til 4. umfar í røðini, har vit kanska fara at síggja sjáldsama silvurmyntin av Velbastað!

Tónleikurin The Last Kingdom (Original Television Soundtrack) er útgivin á LP og fløgu og kom út 9. november í 2018.

Hoyr Eivør og John Lunn framføra lagið ‘Lívstræðrir’


Samband

 
 
Previous
Previous

Tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir

Next
Next

Kvinnumóti á Eystanstevnu í 60-unum