Strimmilskrivarin hjá Hilbert

 

Eina ferð í fjør heyst kom ein donsk kvinna, Karenn Becker, á gátt við einum gripi, og hon var ikki ørindaleys. Tað var eitt illtungt tekniskt tól, sum hon ætlaði at savnið skuldi eiga, um altso áhugi var fyri tí. Karenn Becker, er abbadóttir Carl Aage Hilbert (1899-1953), sum var amtmaður í Føroyum árini 1936-45.

Hetta tólið, sum hon kom við til Føroya, er ein sonevndur strimmilskrivari, í grundini eitt morsitól, sum Hilbert brúkti undir krígnum 1940-45.

Carl Aage Hilbert varð útbúgvin løgfrøðingur í 1921. Fram til 1936, tá ið hann tók við sum amtmaður í Føroyum, hevði hann ymisk størv í donsku miðfyrisitingini. Hilbert var sostatt royndur embætismaður. Tá ið kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar av Stórabretlandi og Danmark av Týsklandi, varð sambandið landanna millum kvett. Tað vóru avbjóðingar fyri framman, og tað er ikki skeivt at siga, at har breyt í bæði borð hjá Hilbert undir krígnum.

 
Gudrun og Carl Aage Hilbert (Snr. 5900F103)

Gudrun og Carl Aage Hilbert (Snr. 5900F103)

 

Hilbert, amtmaður, mátti taka politiskar avgerðir, og fekk økt vald við sonevndu Bráðfeingsstýrisskipanini, har Løgtingið fekk lóggávuvaldið, og ein landsnevnd, saman við amtmanninum, tað útinnandi valdið. Viðurskiftini við tjóðskaparliga Fólkaflokkinum, sum ynskti ‘fult sjálvstýri’, vóru tyngjandi, og saman við Sambandsflokkinum vildi Hilbert síggja til, at ríkisrættarliga støða Føroya í danska kongsríkinum varð so óbroytt, sum til bar, at politisku viðurskiftini eftir krígslok vóru tey somu sum fyri kríggið. Tað var eisini stríð um føroyska flaggið, Merkið, sum bretsku myndugleikarnir viðurkendu. Stovnanin av einari føroyskari deild av tí tjóðskaparliga danska felagsskapinum ‘Frit Danmark’ elvdi eisini til stríð. Tað var ein trupul tíð, og ikki lætt at vera evsti danski myndugleiki og sita við hægstu donsku embætistign í Føroyum.

Eitt vóru tey politisku viðurskiftini, og serliga peninga- og gjaldoyraviðurskiftini skuldi loysast. Við kunngerð tann 31. mai 1940 varð bann sett fyri at flyta danskar pengaseðlar millum lond, og amtmaðurin skuldi stempla allar seðlar: “Kun gyldig paa Færøerne”. Eftir avtalu við bretsku stjórnina komu nýggir seðlar út 1. mars 1941. Teir vórðu prentaðir í London. Vegna danska Tjóðbankan gav Færø Amt hesar út, og amtmaðurin Hilbert skuldi undirskriva seðlarnar. Ta fyrstu tíðina skrivaði Hilbert sjálvur undir, men fekk skjótt gjørt eitt stempul.

Uml. 1990 lá stemplið framvegis heima hjá Gudrun Hilbert, einkju Hilberts, men tað er nú farið á aðrar hendur.

 
Hilbert og Commander Scurfield umborð á HMS Bedouin. Júst afturkomnir úr Stórabretlandi 18/19 september 1941. Latið savninum hevur Major Anthony Barnes. (Snr. 9050F0000005)

Hilbert og Commander Scurfield umborð á HMS Bedouin. Júst afturkomnir úr Stórabretlandi 18/19 september 1941. Latið savninum hevur Major Anthony Barnes. (Snr. 9050F0000005)

 

Tað vóru eisini onnur gerandismál undir krígnum, sum mátti fáast frá hondini. Tá ið ikki bar til at samskifta við donsku ríkismyndugleikarnar í København, fekk Hilbert hjálp frá sínum góða vini, H. Casper Ingerslev, telegrafstjóra í Havn. Hann hevði hendan strimmilskrivaran, sum er merktur ‘St. N.T.S. N. 251. Kjøbenhavn’. Tólið var brúkt til at samskifta við danskar og bretskar myndugleikar í Stórabretlandi. Tólið er framleitt av Store Nordiske Telegraf-Selskab, men tað hevur ikki borið til at síggja, hvussu gamalt tólið er.

 
Frá vinstru: H. Casper Ingerslev, telegrafstjóri, Andrea Ingerslev, Hilbert, amtmaður, Gudrun Hilbert, og sonurin Niels Ole Hilbert. (Snr. 5900F107)

Frá vinstru: H. Casper Ingerslev, telegrafstjóri, Andrea Ingerslev, Hilbert, amtmaður, Gudrun Hilbert, og sonurin Niels Ole Hilbert. (Snr. 5900F107)

 

Ongin í ættini veit, hví strimmilskrivarin fór úr Føroyum, tá ið Hilbert tók við øðrum starvi í Danmark. Í 1980 fekk Karenn Becker tólið. Tað stóð í einum kjallara, til tað í 2020 kom til Føroya aftur, og gjørdist savnsgripur.

 
IMG_0706.JPG
 

Samband

 
 
Previous
Previous

Prunk úr víkingaøld

Next
Next

Indiatítlingur