Smærur

Tey flestu munnu kenna seyðasmæru Trifolium repens. Hon angar væl og veksur í bøi, heimrustum og vegjaðarum. Smæra Trifolium er ein slekt í ertnablómuættini eins og tyrilstunga Lotus, flatbjølgur Lathyrus og krøkja Viccia eisini eru tað. Orsøkin til at hesar planturrnar ofta vaksa, har sum onki annað vil vaksa og ongin føðsla er, er at plantur í ertnablómuættini liva í samværi (symbiosu) við eina bakteriu, ið er ment, at taka køvievni úr lofthavinum og gera tað um til tøðevni hjá plantunum. Júst køvievni er ofta tað grundevnið, sum avmarkar gróðurin hjá plantum.

Tað eru sambært Rasmus á Háskúlanum sædd fleiri smærusløg í Føroyum . Gul smæra Trifolium campestris, skotasmæra Trifolium hybridum, reyðsmæra Trifolium pratense og so tann vanliga seyðasmæran. Einans seyðasmæra er upprunaplanta í Føroyum.  Hinar eru influttar og sløddar út í einstøkum førum.   

Vakrar eru tær, og tær blóma mitt á sumri í urtagarðinum á Debesartrøð.

Previous
Previous

Tjóðarblóman

Next
Next

Gøtubráir og fólk