Tjóðarblóman
Rasmus Rasmussen, kendur sum Rasmus á Háskúlanum, skrivar í 1923 eina grein um vanliga mýrisólju (Caltha Palustris) í Botanisk tidskrift. Hann er hugtikin av plantuni av fleiri ávum. Fyrst og fremst er tað, at mýrisóljan fær Føroyar at tykjast slagríkar og fruktagóðar tíðliga á sumri, hóast tær sammett við onnur lond, ikki kunnu sigast at vera tað.
“Blandt de planter der saaledes, trods Mangelen, højlig bidrager til at give Færøernes Forsommer-Flora et ret yppigt Udseende, maa i første række nævnes Caltha palustris“
Navnið sólja, sum ofta verður hildið at koma frá sol-øje, hugleiðir Rasmus eisini um í greinini. Landt metir í en beskrivelse af Færøerne, sum kom út í 1800, bæði “solja” og “sol-eja” at vera sagt um plantuna í Føroyum. Hann heldur, at navnið má vera samansett av sól og eyga. Men tað heldur Rasmus ikki. Hann vísir í staðin á, hvussu mýrisólja veksur í mongd á avmarkaðum økjum, ið taka seg út sum gular oyggjar í grøna grasinum. Navnið, metir hann, kemur av hesum. Endingin á orðinum sólja, metir hann tí vera avleidda av “eya”, sum merkir oyggj. Um tað so er sólin, ið skínur serliga nógv á hesi økini ella mýrisóljurnar, sum fáa hesar blettirnar at sýnast sum sóloyggjar, letur Rasmus verða í tí óvissa.
Tíðliga í hesi øldini varð skipað fyri atkvøðugreiðslu fyri at finna eina tjóðarblómu í Føroyum, og stórur meiriluti var fyri vanligari mýrisólju.
Hon blómar í urtagarðinum á Debesartrøð nú, men hon blómar eisini aðrastaðni.