Back to All Events

Mentanarnáttin 2024

  • Framsýningin Brekkutún 6 FO-188 Hoyvík Faroe Islands (map)

Fríggjakvøldið 7. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Tjóðsavnið luttekur eisini á mentanarnáttini í ár.

Skráin:

Føroysk plantusøla og rundvísing í urtagarðinum í Hoyvík millum klokkan 15.00 til 18.30

 Annleyg Petersen hevur ókeypis rundvísingar í urtagarðinum kl. 15.00 og kl.15.30 og kl. 18.00 og  kl.18.30.

Í sambandi við mentanarnáttina selja vit m.a. sera sjáldsomu plantuna áarneliksrót, sum veksur sera væl í urtagarði.

Annars eru nógvar ymiskar føroyskar plantur til sølu.

 Frá mánadegnum 3. juni til og við fríggjadagin 7. juni er plantusøla frá kl. 16.00-18.00

 Staðseting:

Urtagarðurin í Kúrdali

Kúrdalsvegur 15

188 Hoyvík

Serframsýning í hølum Tjóðsavnsins

Framsýningin í Brekkutúni er opin millum kl. 10.00 - kl.18.00

Millum annað sæst ein serframsýning við tólv broderaðum vestastykkjum,  ið Paulina M. K. Eliasen hevur broderað.

Paulina hevur sniðgivið mynstrini við íblástri frá føroysku náttúruni.  

Eisini er annað tilfar, ið lýsir arbeiði hjá Paulinu at síggja. 

Eisini hevur Hoyvíksgarður opið á mentanarnáttini millum kl. 10.00 – 18.00.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina í Brekkutúni og Hoyvíksgarð á mentanarnáttini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 
Previous
Previous
6 June

Tá føroyska náttúran og siðbundna handverkið renna saman

Next
Next
22 June

Tjóðsavnið letur upp fyri summarið