1. mai letur framsýningin í Brekkutúni upp fyri summargestum. Kom og forvitnast um fornar lutir, klæð teg sum ein víkingur, njót ein kaffimunn við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð ella finn tín næsta grip í savnsbúðini.
Atgongumerkið til framsýningina gevur tær eisini atgongd til Hoyvíksgarð og Hvalastøðina við Áir. Atgongumerkið er galdandi til eina vitjan á hvørt savn í eina viku.
Framsýningin í Brekkutúni 6 er opin hvønn dag frá 1. mai til 30. septembur frá kl. 10 til kl. 17.