Back to All Events
Umhvørvisvikan: Hugnakvøld við framløgum á Tjóðsavninum
Í samband við umhvørvisvikuna verða upplýsandi framløgur og drekkamunnur í hølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík, tann 8. mai millum kl. 19-20.30.
Framløgur:
Áki Vang - “Botndjór á Havnarvág”
Kolbrún í Haraldsstovu - “Týdningarmiklu vátlendini”
Jón Aldará - “Vatnfuglar í Føroyum”
Eftir framløgurnar er drekkamunnur.
Eisini verður møguleiki at vitja framsýningarnar á Tjóðsavninum.
Framløgurnar eru fyri øll ið hava áhugað fyri náttúruni. Tiltakið er ókeypis.