Frá 1. mai ber aftur til at vitja hugnaligu bóndahúsini á Hoyvíksgarði. Trín inn í fortíðina og uppliv lívið á bóndagarðinum fyri yvir 100 árum síðani. Fylg søguni við QR-kotum og njót vakra umhvørvið. Minst til at vitja plantufrøðiliga urtagarðin við føroyskum blómum og plantum, sum er eitt hanagleiv frá bóndagarðinum.
Atgongumerkið til Hoyvíksgarð gevur tær eisini atgongd til framsýningina í Brekkutúni og Hvalastøðina við Áir. Atgongumerkið er galdandi til eina vitjan á hvørt savn í eina viku.
Hoyvíksgarður er opin hvønn dag frá 1. mai til 30. septembur frá kl. 10 til kl. 17.