Tiltakið hátíðarheldur Altjóða kvinnudagin við spennandi framløgum um føroysku kvinnurnar, ið ikki fylla nógv í føroyskaro søguskriving ella á søvnum, hóast teirra lutur ikki liggur eftir.
Framløgurnar spenna víða um í søgu, fornfrøði og fólkalívi.
Serframsýningarnar seta sín dám á dagin við at lýsa stóra fjølbroytnið, vitanina og treisknið hjá føroysku kvinnuni.
Skráin:
Rannvá Winkler bjóðar vælkomin
Framløgur
”Við teirra egnu orðum”
Framløga við Biritu Matras Petersen, søgulesandi á Fróðskaparsetrinum, um kvinnuliga umboðan og um serframsýningina ”Samrøður við fiskagentur”.
“Kvinnan í fokus: siðbundnir leiklutir í fornfrøði?”
Framløga við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, forfrøðingi, um hvat er at finna um kvinnur í fornfrøðiligum tilfari.
“Tú, sum hevur so opið eyga fyri vakurleika náttúrunnar”
Framløga við Margrethu Nónklett, fólkalívsfrøðingi, um savnskvinnuna Petru Djurhuus og fjøltáttaða arbeiði hennara á savnsøkinum frá síðst í 1920-árunum og fram til 1960-árini.
Tjóðsavnið bjóðar brúsandi løg og søtar munnbitar.
Ókeypis bussur fer av Tjóðsavninum kl. 17:30 til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har eisini verður skipað fyri 8. mars tiltaki.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.