Vegleiðing um fornminni í sjónum
Vrak og aðrir lutir við fornfrøðiligum, mentanarligum ella søguligum virði, sum eru eldri enn 100 ár, eru friðað fornminni sambært løgtingslóg nr. 92/2004 um fornlutir í havinum.
Fornlutur í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum eru ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til. Tjóðsavnið er fakligi myndugleikin og skipar fyri fornfrøðiligum kanningum og øðrum kanningum av fornluti í ogn landsins. Tjóðsavnið kann í serligum føri gera frávik frá ásetingini um 100 ára aldursmark. Í ivamálum ger Tjóðsavnið av, hvat er at meta sum fornlutur.
Tann, ið finnur fornlut í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, skal beinanvegin boða Tjóðsavninum frá. Verður fornlutur tikin upp, skal hesin beinanvegin latast Tjóðsavninum.