Vegleiðing um nýtslu av metalldetektor

 
metaldetektor2.JPG

Mong hava sum frítíðarítriv at nýta metalldetektor. Ein metalldetektor er eitt tól, ið verður brúkt til at finna lutir úr metalli, bæði í jørðini og á havbotninum.

Tað er av stórum týdningi, at rætt verður farið fram, tá ein nýtur metaldetektor. Sambært fornminnalógini eru øll jarðfest fornminni friðað, bæði sjónlig og fjald. Hetta merkir, at ikki er loyvt at órógva eitt fornminni á nakran hátt. Sostatt er heldur ikki loyvt at nýta metaldetektor á ella nærhendis einum fornminni uttan við serligum loyvi frá Tjóðsavninum.

Um ein finnur ting í jørðini eldri enn 100 ár, sum kunnu metast sum forngripir, er hetta ogn landsins og ein hevur skyldu at lata hesi inn til Tjóðsavnið. Í 2009 varð fráboðað, at krígsminni frá seinna heimsbardaga eru friðað eftir somu lóggávu.

Verður ein forngripur tikin úr jørðini ella upp av havbotninum, verður hann eisini tikin úr søguliga samanhanginum, hann hoyrir til. Verður forngripurin ikki staðsettur við GPS’ara, er tað ein stórur missur fyri føroyska mentanararvin.

Tí skal boðast Tjóðsavninum frá, tá komið  verður fram á forngripir ella krígsminni. Tjóðsavnið kann vegleiða um nýtslu av metaldetektori, skráseting av lutum og staðseting við GPS. Metallutir eru sera viðbreknir og farast skjótt, tá teir verða tiknir úr umhvørvinum, har teir liggja. Teir mugu undir ongum umstøðum vaskast ella reinsast fyri mold ella annað, áðrenn teir vera latnir inn til Tjóðsavnið. Tjóðsavnið kann vegleiða, hvussu farast skal fram og um handfaring av forngipum.


Samband

 
 
Previous
Previous

Vegleiðing um flagtekjur