Friðing av Sanatoriinum í Hoydølum

20200204-LT-154755.jpg

Friðing av Sanatoriinum í Hoydølum

Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum, sum hervið verður sent til almenna hoyring.

Hoydalar skulu fatast sum ein heild, og eigur at fáa frið og verða varðveitt. Bygningarnir frá Sanatoriutíðini hava mentanarsøgulig virði, sum aftur vísa til eitt sosialsøguligt innihald um eina farna og myrka tíð við sjúku og deyða. Sum bygningsverk er Sanatoriið eindømi í Føroyum. Saman við Fløtuni og viðarlundini eru Hoydalar eitt heilskapað og sameint mentanarlandslag, sum er til fragd og njótan hjá almenninginum, sum ferðast í hesum serstaka mentanarumhvørvi nærhendis vaksandi bygging og tí yðjandi lívið og virksemi í samfelagnum.

‘Færøernes Amtkommunes Tuberkulosesygehus’, Sanatoriið, varð bygt í Hoydølum í 1908, meðan herviliga tuberklasjúkan gjørdi vart við seg. Sanatoriið  varð innrættað við fólkasanatoriudeild til sjúklingar, sum nýliga høvdu fingið lungnatuberklar, og tuberklasjúkrahúsdeild til sjúklingar, sum høvdu lungnatuberklar. Valdemar Ingemann og Bernhard Ingemann, arkitektar í København, teknaðu Sanatoriið. Um hetta mundið var Sanatoriið millum størstu timburhús í landinum, prýtt við eyðkendum útskornum skurðum um vindeygu og hurðar, við svalum út móti fløtuni. Sanatoriið hevði flagtekju.

Sanatoriið í Hoydølum læt aftur Í 1962 tá ‘Studentaskúli Føroya Løgtings’, áður ‘Studentaskúli og Preliminerskeið Føroya Løgtings’, seinni Føroya Studentaskúli og HF-skeið’, flutti inn.

3350F00452a.jpeg

Mynd: Gamla hús

Tað, sum serliga sermerkir Sanatoriið, er tignarliga Gamla Hús, høvuðsbygningurin á Sanatoriinum. Gamla Hús stendur enn. Eisini eru nakrar liggihallir, ella hvílihallir hjá sjúklingunum, eins og aðrar bygningaleivdir í lendinum. Doktarahúsini, eini vala hús oman fyri Sanatoriið, hava eisini høgt varðveitingarvirði.

Hóast fleiri luteindir á Sanatoriinum ikki eru til í dag, skal Sanatoriið skiljast sum eina bygningaeind. Bygningar, sum verða mettir at hava nóg stórt byggilistarligt ella søguligt virði av týdningi, kunnu verða friðaðir, og endamálið við at friða hús og bygningar er at varðveita og tryggja mest møguligt av virðunum til eftirtíðina.

Landslag og umhvørvi

Eitt eru tey bygningasøguligu virðini. Annað er landslag og umhvørvi. Har, sum Sanatoriið síðani 1908 hevur staðið í væl meira enn 100 ár, eru onnur virði, sum hava fyri neyðini at verða varðveitt. Tað er serliga tann velti bøurin, sum myndar eitt mannaskapt mentanarlandslag, men eisini urtagarðurin og krokkplenan siga nógv um, hvussu týðandi trivnaðurin var fyri sjúklingarnar. Harnæst er ein umfatandi træplanting omanfyri Sanatoriið. Tey fyrstu trøini vórðu sett niður í 1913, og hava tí á leið sama aldur sum Sanatoriið. Nálatrøini hava eisini samband við søguna um Sanatoriið. Yvirlæknin har fekk træplantingina í lag, og danska Hedeselskabet stílaði fyri. Nálatrøini søgdust at hava góða ávirkan á heilsuna hjá tuberklasjúklingunum. Viðarlundin hevur fagurfrøðilig virði.

Fornminnisnevndin er tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum í mentamálum, ið hevur evstu ábyrgd í friðingarmálum.


MÁLSGONGDIN

■ Tjóðsavnið ger eina almenna lýsing um uppskot at friða Sanatoriið við umliggjandi øki.

■ Ein almenn hoyring verður sett í verk og øll kunnu senda inn viðmerkingar til ætlaðu friðingina
av Sanatoriinum við umliggjandi øki.

■ Hoyringstíðaskeiðið er 6 vikur.

■ Í hoyringstíðini mugu ikki fremjast bygningaarbeiði ella broytingar á bygningarnar uttan við loyvi frá Landsantikvarinum.

■ Tá hoyringstíðin er farin, skal Fornminnisnevndin taka støðu til, um hon vil gjøgnumføra friðingina, m.a. við støði í teimum viðmerkingum, sum møguliga eru innkomnar.

■ Fornminnisnevndin sendir tilmæli sítt til landsstýrisfólkið við mentamálum, sum tekur endaliga avgerð í málinum. Avgerðin
verður síðan tinglýst.


Hoyringssvar

Hoyringssvar, viðmerkingar o.t. kunnu sendast til savn@savn.fo

Ella sum bræv til:

Tjóðsavnið Kúrdalsvegur 15, Hoyvík
Postsmoga 1155
FO-110 Tórshavn
Telefon 340 500

Hoyringsfreistin er 9. oktober 2020




Samband

Previous
Previous

LIFEPLAN

Next
Next

Global Observation Research initiative In Alpine environments (GLORIA)