Friðing av Sanatoriinum í Hoydølum
Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum, sum hevur stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði.
Kirkjubømúrurin
Fornminnini í Kirkjubø eru tey einastu í Føroyum, sum eru stórfingin í útsjónd. Tey umboða ikki siðbundnan føroyskan byggisið, men eru merkt av sambandi teirra við norðurlendsku og alheims kirkjuna í miðøld
Hvalastøðin við Áir
Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.