Fólkatingsins Føroyanevnd á vitjan í Koltri

 
Á myndini standa gestirnir uttan fyri neystið har koltursbáturin stendur, meðan Bjørn greiðir frá atkomuviðurskiftunum í Koltri í gomlum døgum.

Á myndini standa gestirnir uttan fyri neystið har koltursbáturin stendur, meðan Bjørn greiðir frá atkomuviðurskiftunum í Koltri í gomlum døgum.

Limir úr Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, við Magna Arge sum formanni, hevur verið í Føroyum á vitjan fyri at kunna seg um ymisk føroysk samfelagsviðurskifti. Í hesum sambandi vitjaðu tey á Tjóðsavninum í Koltri.

Bjørn Patursson fyristøðumaður tók ímóti og vísti limunum runt í býlinginum Heima í Húsi. Í hesum sambandi var greitt frá søgu Kolturs, virksemi Tjóðsavnsins í oynni og um framtíðar ætlanir og avbjóðingar. Áðrenn gestirnir fóru víðari, bjóðaði Tjóðsavnið gestunum alskins ábit, sum oyggin kundi bjóða uppá.

Myndir: Tjóðsavnið / Sjúrður Skaale

 
Previous
Previous

Hvalastøðin og framtíðin

Next
Next

Hvalamerking í Bø