Hvalamerking í Bø

Í gjár vóru fylgisveinasendarar festir á fýri hvalir í eini lítlari grind á 15 hval, ið var funnin norður úr Vágoynni og rikin inn á sandin í Bø.

Tá sólin reis í morgun var grindin stødd suður úr Mykinesi, har fólk á landi eisini eygleiddu grindina. Síðani tá hevur grindin hildið kósina vesturyvir, og er komin nakrar fjórðingar vesturum Mykines.

Fyrstu tíðina verður kunnað dagliga; og sum frá líður verður ferðingin dagførd eina ferð um vikuna. 

Tjóðsavnið takkar fyri fyri alla hjálp og vælvild frá sýslumanni, grindaformonnum, grindamonnum og fólki annars, ið veittu eina hjálpandi hond, tá grindin var merkt.

Hetta er sættu ferð síðan fyrsta grind var merkt ár 2000, at fylgisveinasendarar eru festir á grindahval. Endamálið er at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grind, ið kemur fram við Føroyum og at vita, hvussu stórt útbreiðsluøkið er.

Samband

Previous
Previous

Fólkatingsins Føroyanevnd á vitjan í Koltri

Next
Next

Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda fram