Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda fram

 

Um miðjan apríl var farið undir at fyrireika varðveitingararbeiðini í Kirkjubø. Aftur í ár verður arbeitt á tveimum mótum – á Múrinum og á Líkhúsi.

Múrurin

16. apríl var farið undir at fáa ymist tilfar til arbeiðsplássið við Múrin. Stóru arbeiðspallarnir vóru settir upp, fyribilsveðurverjan var tikin niður og arbeiðsplássið á pallunum varð dekkað við plasti, ið gevur lívd fyri regni og vindi, og sum ge…

16. apríl var farið undir at fáa ymist tilfar til arbeiðsplássið við Múrin. Stóru arbeiðspallarnir vóru settir upp, fyribilsveðurverjan var tikin niður og arbeiðsplássið á pallunum varð dekkað við plasti, ið gevur lívd fyri regni og vindi, og sum ger at arbeitt kann verða í mest sum øllum veðri.

Arbeiðið í ár er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Arbeitt verður í ár við eysturendan av Múrinum. Arbeiðið fevnir um at konservera eysturmúrin bæði innan og uttan, eins og innsíðuna av eystara partinum av norðurmúrinum, t.e. múrurin, ið vendir móti kapellinum – tilbygninginum eystast á norðursíðuni. Onkrar serligar avbjóðingar verða í ár, eitt nú í stóra vindeygaopinum eystureftur, har múrverk og profilsteinar eru gliðnir út, og eru um at detta burtur úr laðingini.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum er aftur í ár bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Seint í august verða veðurverja og arbeiðspallar tikin niður har konserveringsarbeiðini eru liðug, og fer so tann parturin av múrurin – tvs. mest sum allur eysturendin - nú aftur at standa berur, múrverkið væl og virðiliga konserverað, og múrkrúnan løgd við flagi.

Ein stórur trupulleiki serliga seinnu árini hevur verið nógva vætan, ið hevur sett oman úr lendinum í erva – oman fyri akvegin oman fyri Múrin. Hon hevur elvt til, at tað til tíðir er stak runut inni í Múrinum. Hóast Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu royndi at gera ymiskar ábøtur undan fyrireikingararbeiðunum í fjør, er líkt til, at trupulleikin enn ikki er loystur. 

Áhugavert er, at hetta er ein trupulleiki sum altíð hevur verið. Í einum skrivi í 1890-árunum verður gjørt vart við júst henda trupulleika. Undir rannsóknunum, ið fóru fram í Múrinum í 1950-árunum, var trupulleikin eisini viðgjørdur, har teir m.a. gróvu og kílaðu seg niður uttan fyri múrin fram við kapellinum fyri norðan, tó uttan stórvegis úrslit.

Líkhús

Mánadagin, 23. apríl, kom ráðgevi savnsins, konservatorurin Hans Frederiksen, við Norrønu til Føroyar, og farið varð undir varðveitingararbeiðini á Líkhúsi alt fyri eitt.

Mánadagin, 23. apríl, kom ráðgevi savnsins, konservatorurin Hans Frederiksen, við Norrønu til Føroyar, og farið varð undir varðveitingararbeiðini á Líkhúsi alt fyri eitt.

Fyrstu ferð at Líkhús gjørdist ítøkiligur partur av verndararbeiðinum, var í fjør. Tó so, farið varð so smátt undir at fyrireika verjutiltøk í 2015 m.a. við at gera skrásetingar við dronu, eins og at veðurverja fyrra árið varð løgd yvir eystara parturin av kirkjutoftini. Ætlanin er, at hon skal standa uppi í eini 2-3 ár so, at múrlívið kann torna. Eisini er skilligt, at partar í múrverkinum eru festir við sement. Nær hetta er gjørt, er óvist, tí hetta tykist ikki vera skjalprógvað.

Í ár hevur verði hildið á fram at konservera vestara partin av norðurmúrinum og tað, sum stendur eftir av vesturmúrinum – tað er tað, sum stingur seg nakað upp úr lendinum, og sum er mest sjónligt har á staðnum. Í fjør varð helmingurin av hesum bygningaparti konserveraður, eitt nú við at festa okkurt av niðurdotna grótinum. Ein serlig avbjóðing her verður at seta ein stóran stein upp á pláss aftur. Hann hevur upprunaliga staðið í landnyrðingshorninum, og hevur í fleiri ár hevur ligið har á vøllinum. Arbeiðið á Líkhúsi vardi framtil 17. mai, tá konservatorurin aftur fór av landinum aftur.

Hini varðveitingararbeiðini, sum nú eru áleiðis, halda á fram til endan av august. Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.

 


SAMBAND

 
Previous
Previous

Hvalamerking í Bø

Next
Next

UNESCO havt ársaðalfund í Føroyum