Kirkjubømúrurin
FORNMINNINI Á MIÐALDAR BISKUPSSÆTINUM Í KIRKJUBØ
Í Kirkjubø er einasta staðið í landinum, har fornminnini eru so stórfingin og av slíkum monumentalum slagi, at til ber at ferðast beinleiðis í einum fornminnaumhvørvi. Tey umboða ikki siðbundnan føroyskan byggisið og mentan, men eru merkt av sambandi teirra við norðurlendsku og alheims kirkjuna í miðøld.
Her finnast bygningar og toftir, hvørs veggir eru múraðir upp av gróti, ið er lagt í ein staðbundnan kálkmørtil og pussaðir. Hesar leivdirnar eftir biskupssætinum, sum var frá tíðliga í 1100-árunum til avtøkuna í 1557, bera boð um ríkidømi og vald í einum annars fámentum samfelagi. Tær spegla staðin sum landsins kirkju- og mentanarmiðdepil – tað var serliga umvegis Kirkjubø, at mentanarlig rák úr Norðurlondum og Evropa komu inn í føroyska samfelagið.
Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø
Varðveitingararbeiðini verða framd í trá við ta varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti frá 2008, og sum landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.
Kirkjubømúrurin
Álitið er ein heildarætlan, sum tekur atlit at øllum fornminnunum í Kirkjubø. Varðveitingararbeiðið hevur tó tikið útgangsstøðið í Múrinum – eitt arbeiðið, sum hevur verið undir fyrireiking í mong ár.
Sambært álitinum verður múrverkið konserverað – op og múrkrúna verða fugað og tett, so væta ikki sleppur inn í múrverkið. Steinarnir í múrunum verða kannaðir og skaðar skrásettir, soleiðis at støða kann verða tikin til, hvørji tiltøk eiga at vera sett í verk at bjarga teimum.
Nevndu fyrireikingar hava umfatað kanningar og mátingar av ymiskum slagi – serliga við atliti at konserveringsspruningum, tekniskum viðurskiftum so sum mørtli og pussi eins og vætu, ið hevur sett inn í múrverkið. Liður í nevndu fyrireiking var í 2004 at seta upp eina bráðfeingis veðurverju á múrarnar. Hetta fyri at forða regni og vindi í at seta niður í múrarnar.
Síðani ítøkiligu arbeiðini vórðu sett í verk í 2012 hevur arbeiðið sostatt fevnt um at konservera avmarkað økið av múrverkinum bæði innan og uttan.
Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum eru grundleggjandi bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.
Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. So hvørt veðurverja og arbeiðspallar verða tikin niður har konserveringsarbeiðini eru liðug, fer tann parturin av múrurin aftur at standa ber, múrverkið væl og virðiliga konserverað og múrkrúnan løgd við flagi. At enda fer Múrurin at standa berur aftur!
Líkhús
Í 2017 gjørdist Líkhús – tann minna kirkjutoftin frá 15. øld, sum liggur og máar í bakkanum einar 100 metrar eystan fyri Múrin - ítøkiligur partur av verndararbeiðinum. Tó so, arbeiðið innan verkætlanina fór so smátt undir at fyrireika verjutiltøk í 2015 m.a. við at gera skrásetingar við dronu, eins og at eystari parturin av kirkjutoftini summarið 2016 varð dekkaður av veðurverju, ið ætlanin er skal standa í eini 2-3 ár fyri at múrlívið kann tornað.
Dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin verður gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.
Luttakarar í verkætlanini
Mentamálaráðið er byggiharri. Tjóðsavnið umboðar byggiharran og hevur ábyrgd av verkætlanini
Søren og Keld Abrahamsen, ráðgevandi verkfrøðingar hjá F.R.I., Højbjerg, hava gjørt verkætlanina til veðurverjuna
Múrarbeiðini ger múrarafyritøkan Sp/f Krossteig, Tórshavn
Nordisk Konservering, Raadvad, Danmark, ráðgevur í konserveringsarbeiðinum
Onnur ráðgeving: Danmarks Nationalmuseum og Nidaros Domkirkes Restaureringsarbejder í Noregi
Fornminnini í Kirkjubø, sum hava størstan áhuga í varðveitingarhøpi:
Dómkirkjutoftin Múrurin, bygdur umleið 1300
Bispagarðsleivdirnar við múraðum kjallarum frá einaferð í 1300-árunum
Stokkastovurnar frá uml. 1350, sum standa oman á múraðu bispagarðskjallarunum
Kirkjutoftin Líkhús, bygd tíðliga í 1400-árunum
Sóknarkirkjan, sum varð bygd sum biskupskirkja einaferð í 1200-árunum.
Harumframt finnast í økinum nærendis lutvíst útgrivin og óútgrivin jarðføst fornminni, sum hava tilknýti til biskupssetrið og búseting á staðnum í miðøld og víkingaøld.