Alment tiltak um ætlanirnar hjá Tjóðsavninum í Koltri (AVLÝST vegna koronastøðuna)
Lýst verður, tá tiltakið aftur kann haldast.
Seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við ymiskum ætlanum í Koltri. Nú hetta er komið somikið ávegis, vilja vit á Tjóðsavninum kunna almenningin um ætlanirnar.
Í 2012 var arbeiðið at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum ein býling umboðandi bóndasamfelagið uml. 1870, liðugt. Eftir hetta fekk Tjóðsavnið ábyrgdina av oynni og at gera eina serliga antikvariska skipan fyri hana.
Verandi verkætlan er býtt í tvey, ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Tann mentanarsøguligi parturin umfatar sunnara part av oynni við bygdarlagi og bøi. Her er ætlanin at endurreisa bygningar, byggja vitjanardepil, gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar. Í náttúrufrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn Føroya fyrstu náttúrugranskingarstøð, byggja verkstovur og umframt at gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar.
Málbólkurin fyri verkætlanini er sera breiður. Tilboð vera til skúlanæmingar, miðnámsskúlanæmingar, útlendsk og føroysk ferðafólk, vinnuna og onnur, sum kunnu njóta friðin úti í Koltri. Afturat hesum verður so granskingin hjá Tjóðsavninum, sum hevur stóran altjóða áhuga.
Skráin fyri tiltakinum 26. oktober:
Herleif Hammer, stjóri fer at tosa um verkætlanina sum heild, hugsanirnar aftanfyri og um møguleikarnar, ið liggja úti í Koltri.
Janus Hansen, savnsvørður fer at greiða frá kanningararbeiðinum av náttúruni í Koltri. Hann fer eisini at tosa um ætlanirnar við granskingarstøðini og um ætlanirnar at taka seyðin av norðara partinum av oynni og skipa hann sum eitt náttúrufriðøki.
Steðgur. Savnið bjóðar ein kaffimunn.
Í steðginum er møguleiki at síggja tilfar frá SNA arkitektunum og serligu ráðgevum teirra
Høgni Hansen, arkitektur fer at greiða frá teimum nýggju bygningunum, sum verða partar av framtíðar virkseminum í oynni.
Tiltakið er kl. 19.00-20.30 og er alment og ókeypis