Jólapisa í Koltri

 

JÓLAPISA Í KOLTRI

Summarið er tíðin, sum tey flestu seta í samband við reiður, egg og pisu. Ikki er tað løgið heldur, tí flestu av okkara fuglum hava fingið unga sín á flog væl áðrenn augustmánaði er av.

Men tað er serliga eitt fuglaslag, sum slett ongan skund hevur, og tað er drunnhvítin. Hann verpur seint í mun til aðrar fuglar, vanliga um mánaðarskifti juni-juli og onkuntíð heilt inn í august. Síðani bølir hann eggunum í uml. 50 dagar, og eftir at ungin er klaktur ganga einir 60-70 dagar aftrat, áðrenn hann er floygdur og kann fara úr holu síni.

Hin 1. desember var Bjørn Patursson, fyristøðumaður Tjóðsavnsins í Koltri, og kannaði drunnhvítareiðrið í salthúsinum. Har lá enn ein rættiliga dúnut pisa. Hugsast kann, at hon er klakt einaferð tíðliga í oktober, nú hon er so mikið vaksin. Helst verður hon floygd áðrenn 3. sunnudag í advent.



Jólapisan


 
Previous
Previous

Føroyski báturin innskrivaður á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini

Next
Next

Alment tiltak um ætlanirnar hjá Tjóðsavninum í Koltri (AVLÝST vegna koronastøðuna)