Closed for Maintenance í Sundshaga
Hvørt ár koma ferðafólk í stríðum streymi til Føroya at luttaka saman við føroyingum í Closed For Maintenance, eitt átak, sum Visit Faroe Islands skipar fyri hvørt summar. Upp móti 6000 fólk meldaðu seg til í ár, men bert 80 sluppu gjøgnum nálareyga at laga garðar, byggja gøtur og gera annað fyrifallandi arbeiði, sum skal minka um árini av ferðafólki á náttúruna.
Í ár var Lendisbata-økið í Sundshaga á Streymoynni partur av átakinum, og ein hópur av fólki hegnaði tað umleið 300.000 fermetra stóra økið inni fyri seyði. Sostatt er Lendisbata-økið í Sundshaga nú seyðafrítt, og fólkini ið luttóku eina uppliving ríkari. Við í Sundshaga var eisini Sebastian Modak, tíðindamaður fyri The Wall Street Journal, og hann fekk eitt prát við Kolbrún í Haraldsstovu, leiðara á Plantudeildini, og hevur hann síðani skrivað eitt lítið brot um Lendisbata-verkætlanina, sum kann lesast á heimasíðuni hjá WSJ her.
Eitt íslendskt filmslið var eisini og gjørdi upptøkur av Closed For Maintenance, og tað kann síggjast í Íslendsku sendingini “Landinn” hjá RÚV, sí leinkjuna her.