Døglingur upprikin Yviri við Strond (Havn)

Um vikuskifti løgdu fólk til merkis, at ein deyður hvalur lá í fjøruni beint sunnanfyri Grønadam. Hetta var ein fimm metur langur døglingur, sum eftir øllum at døma hevði verið deyður eina tíð. Hvøljan var so at siga øll slitin av, og onkur smáskaði sást eisini frammarlaga á hamarstjølinum.

Tjóðsavnið hevur altíð áhuga í at frætta um hval, sum er uppskolaður, bæði sum vitan um hvørji hvalasløg vitja her um leiðir, og sum møgulig eintøk til savnið. Saman við Bjarna Mikkelsen á Havstovuni gera vit av, um vit vilja hava deyða hvalin, ella um hann skal sleipast til havs. Fólk verða tí biðin um at seta seg í samband við Sjódjóradeildina á Tjóðsavninum, ella Bjarna Mikkelsen á Havstovuni, tá deyður hvalur skolar upp. Um fólk síggja forkunnugan livandi hval um okkara leiðir vilja vit eisini fegin frætta.


Tjóðsavnið goymir eintøk av føroyskum dýrum, og ger í hvørjum einstøkum føri av, hvørt vit vilja hava eitt eintak ella ikki. Hóast vit ikki altíð kunnu goyma dýrini, so skráseta vit upplýsingar um hvar dýrið er funnið, nær, vekt, longd og kyn. Eisini taka vit beinagrindir til framsýning.

Um middagsleitið sunnudagin settu menn av Tjaldrinum enda á hvalin og sleipaðu hann til havs (sí videobrot niðanfyri).


SAMBAND

Previous
Previous

Loppugrøsini verða kannað á plantugoymsluni á Tjóðsavninum

Next
Next

Koltur fyri øll