Koltur fyri øll

Á toppinum í Koltri. Mynd: Sune Strøm

Tjóðsavnið bjóðar til kunningarfund og móttøku í sambandi við, at Koltursætlanin veruliga er farin av bakkastokki. Tiltakið verður mikudagin 16. oktober kl. 17 í hølum savnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík.

Koltursætlanin

Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at miðla mentanar- og náttúruarvin í oynni. Í syðra parti av oynni skal søga og mentanararvur granskast og miðlast, meðan í norðara parti verður náttúran granskað og miðlað.

Afturføring, endurreising og nýbygging

Teir karmar, ið nú verða gjørdir, gera tað gjørligt hjá starvsfólkum og granskarum at húsast í oynni. Eini hús verða endurnýggjað til fyristøðufólkini at búleikast í, og ein lon verður endurbygd, ið skal hýsa kafé, bátasmiðju og framsýningum. Tveir størri nýbygningar skulu byggjast uttanfyri bøgarðarnar. Har skal m.a. verða felt- og granskingarstøð, garaga og umstøður til setursskúlar, skeið og smærri ráðstevnur.

Arbeiðið við varðveiting og gransking hevur verið í gongd leingi

Hóast vit av álvara kunnu siga, at gongd er komin á Koltursverkætlanina, so eru tað longu fleiri ár síðan, at varðveitingararbeiðið av mentanararvinum í Koltri fór í gongd. Nevnast kann, at í 2012 varð býlingurin Heimi í Húsi liðugt umvældur og afturførdur til eina tíð umboðandi seinnu helvt av 19. øld. Hetta var í stóran mun fíggjað av A. P. Møller og Hustru Chasine Mc-Kinney Møllers Fond.

Somuleiðis hava náttúrugranskarar í fleri ár arbeitt úti í Koltri. Seinastu 4 árini hava lívfrøðingar savnsins í samstarvi við Århus Universitet savnað inn og skrásett flora og fauna í Koltri í eini sokallaðari Baseline-kanning. Aage V. Jensens Fonde stuðlaði hesi verkætlan.

Fígging og tíðarætlan

Tíðliga í vár fekst fíggingin upp á pláss til átøkini í Koltri, og í apríl mánaði varð samstarvsavtala undirskrivað við SNA-arkitektar um høvuðsráðgeving. Í heyst og í vetur verður arbeitt við projekteringini, og eftir ætlan skal arbeiðið bjóðast út um mánaðarskifti februar/mars 2025. Arbeiðið verður væntandi liðugt í 2027, men hetta veldst um, hvussu arbeiðstakararnir leggja arbeiðið til rættis.

Tey, ið fíggja henda partin av Koltursætlanini eru: Aage V. Jensens Fonde, Nordea-fonden, Augustinus Fonden, Betri Stuðul, Føroya Løgting og Tórshavnar Kommuna.

Fólk, ið hava hug at hoyra meira um Koltursverkætlanina, eru vælkomin til móttøku í framsýning Tjóðsavnsins, Brekkutún 6, mikudagin 16. oktober kl. 17.00. Tiltakið varir umleið hálvanannan tíma. Tiltakið verður stroymt á Facebook-vanganum hjá Tjóðsavninum. 


SAMBAND

Previous
Previous

Døglingur upprikin Yviri við Strond (Havn)

Next
Next

Tjóðsavnið partur av GLObecc-verkætlanini