Loppugrøsini verða kannað á plantugoymsluni á Tjóðsavninum
Hans Meinhard í Eyðansstovu, sum í løtuni arbeiðir við kandidatritgerð síni, hevur verið á plantugoymsluni á Tjóðsavninum og savnað sýnir av slektini Gentianella, vanliga nevnt loppugras. Hetta vakra plantuslag trívist oftast í fjallalendi ella arktiskum økjum. Av teimum umleið 300 sløgunum, runt heimin, er størsti parturin at finna í Andesfjøllunum í Suðuramerika, meðan bert umleið 15 sløg eru at finna í Evropa. Í Føroyum hava vit eitt slag, Gentianella campestris (Íslendskt loppugras), sum eisini finst í Íslandi, Bretlandi og stórum parti av meginlandinum í Evropa.
Henda breiða útbreiðslan hevur ført við sær, at Íslendskt loppugras er býtt sundur í trý undirsløg: Gentianella campestris subsp. islandica, sum hevur eitt lágt og kubbut vakstrarsnið; G. campestris subsp. suecica, sum blómar tíðliga á sumri; og G. campestris subsp. baltica, sum er ein ársplanta, í mun til hinar, ið eru tveyáraplantur. Í Føroyum eru helst undirsløgini islandica og suecica, men tað er ikki greitt, um vit hava undirslagið baltica.
Verkætlanin hjá Hans Meinhardi hevur trý høvuðsendamál, og hann brúkar arvatilfar frá loppugrøsum runt heimin til at kanna hetta:
At staðfesta, hvar í heiminum loppugras hevur sín uppruna, og hvussu sløgini hava spjatt seg runt heimin.
At framleiða eitt fullfíggjað ættartræ av øllum teimum evropeisku sløgunum av loppugrasi.
At kanna, um tað er nakað arvaligt grundarlag fyri at býta íslendskt loppugras (Gentianella campestris) sundur í undirsløg.
Við hesum arbeiði ætlar Hans at fáa djypri fatan av lívfrøðiligu menningini og genetiska fjølbroytninum innan hetta áhugaverda plantuslag. Vit ynskja Hans Meinhardi bestu eydnu við verkætlanini.