Drotningin fekk forkunnuga gávu

 

Í sambandi við, at Hennara Hátign Drotning Margretha II hevur verið drotning í 50 ár, var hátíðarhald hildið á Christiansborg. Har fekk drotningin handað gávur frá teimum trimum ríkispørtunum. Tað var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum vegna Føroya Landstýri, Føroya Løgting og Føroya fólk helt røðu fyri drotningini og handaði henni gávuna. Gávan er 50 arktiskir pílar (Salix arctica), sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at Koltur verður Føroya fyrsta friðøki. Hetta er liður í Koltursætlanini, sum er ein stórfingin mentanar- og náttúrusøgulig verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri.

Gávan varð givin í skapi av einum serframleiddum faldara og heimasíðu, sum við myndum og teksti stutt greiðir frá Koltursætlanini við serligum denti á náttúrufrøðiliga partin.

Pílarnir verða fyrst gróðursettir í urtagarði Tjóðsavnsins í Hoyvík og síðani fluttir til Kolturs í 2024, tá verandi náttúruskrásetingar verða lidnar.

Heimasíðan er á donskum og eitur koltursplanen.fo. Umframt frágreiðing um koltursætlanina sæst eisini heilsanin, drotningin fekk úr Føroyum.

Síggj gávuna í Brekkutúni

Fyri at ítøkiliggera gávuna, er ein av pílunum gróðursettur í eini glaskúlu. Saman við faldaranum kann hann síggjast í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík frá í dag 14. januar til 20. februar.



 
Previous
Previous

Koltursverkætlanin um veturin

Next
Next

Føroyski báturin innskrivaður á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini