Nýggjur deildarleiðari á Fólkalívsdeildini
Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini há Tjóðsavninum. Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Broytingar í atkomu Tjóðsavnsins í Brekkutúni
Í longri tíð hevur atkoman á rampuni til Tjóðsavnið verið í vánaligum standi og verður tað í løtuni arbeitt upp á at betra hana.
Plantutúrar í Hoyvík týsdagin 11. juli
Hugt verður at teimum nógvu føroysku plantunum í urtagarðinum umframt trø o.a. í økinum
Hvalastøðin letur upp í summar
Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.
Plantutúrar í Hoyvík 28. juni kl. 14 og kl. 19
Vit ganga eftir gøtum, aftanfyri Skógrøktina og gjøgnum viðarlundina. Víðari oman móti Boðanesgjógv, har nógvar hagaplantur vaksa, niðanaftur gjøgnum hagan og oman í plantufrøðiliga urtagarðin á Tjóðsavninum við teimum føroysku blómunum.
Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina
Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross. Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum.
Drotningin fekk forkunnuga gávu
Í sambandi við, at Hennara Hátign Drotning Margretha II hevur verið drotning í 50 ár, hevur løgmaður handað henni serstaka gávu, ið er 50 arktiskir pílar (Salix arctica), sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at Koltur verður Føroya fyrsta friðøki
Føroyski báturin innskrivaður á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini
Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í gjár innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini
Gerandislív á Eiði 1968, myndaframsýning við fotomyndum hjá Adam Woolfitt
Hólmahúsið 22.-24. mai 2021
Á sumri 2018 fekk Tjóðsavnið stórt myndasavn frá enska fríyrkismyndamanninum Adam Woolfitt í gávu.
Myndirnar eru frá 1968 og1969 og lýsa føroysku náttúruna, gerandisdagin, arbeiðslívið og veitslulagið. Myndirnar tók Adam fyri blaðið National Geographic – ein myndarøð av “eksotisku” Føroyum. Myndirnar vórðu brúktar í grein í National Geographic í 1970, sum kallaðist “The Land of Maybe”.
Fornminni á Kortal.fo
Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo. Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú føroyakort. Onnur kortløg eru yvir adressur, matriklar, staðarnøvn o.a.
Bókaútgáva: Handilsviðurskifti í útnorði árini 1400-1700.
Í 1500-árunum sigldu mong skip um Atlantshav úr Norðurtýskalandi til Íslands. Flestu teirra fóru úr býunum Hamburg og Bremen, sum báðir vóru sterkir og máttmiklir limir í sonevnda Hansa-handilsfelagsskapinum. Eisini í Føroyum vitjaðu skipini í royndunum at keypa fisk aftur fyri gerandisvørur og matvørur.
Nýggjur bóklingur um fornminni í Kirkjubø
Bóklingurin er ein dagføring av bóklinginum, ið Føroya Fornminnissavn og Føroya Fornminnagrunnur góvu út í felag í 1989. Tað er Símun V. Arge, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, sum hevur skrivað bóklingin.
Nýggjur stovnur - nýggjur samleiki
Tjóðsavnið er nýggjur stovnur, ið er samansettur av gomlu stovnunum Føroya Náttúrugripasavn og Føroya Fornminnissavn.