Filmsbrot um Lendisbataverkætlanina

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta øki í heiminum í 2030. Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum. M.a. eru 26 milliónir settar av til eina fýra ára ætlan um náttúruloysnir í Norðanlondum. Ætlanin er samansett av fimm verkætlanum, sum hava til endamáls at gera tað lættari hjá politikarum og fyrisitingum í Norðanlondum at íverkseta Náttúruloysnir.

Lendisbataverkætlanin hjá Tjóðsavninum er ein av átta undanverkætlanum, sum hava fingið fígging. Verkætlanin hevur til endamáls at granska í og menna endurbøtingarhættir til benið eftir einari skriðu á Syðradali í Kalsoynni, sum leyp í ár 2000. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við íslendskar serfrøðingar innan náttúruendurbøting, Miðnámsskúlan í Vestmanna og bóndan á Blankskálagarði.

Stuttur filmur um verkætlanina kann síggjast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:


SAMBAND

Previous
Previous

Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum

Next
Next

Kappróður er komin á Skránna livandi mentan