Filmsbrot um Lendisbataverkætlanina
Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at Norðurlond skulu vera burðardyggasta øki í heiminum í 2030. Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum. M.a. eru 26 milliónir settar av til eina fýra ára ætlan um náttúruloysnir í Norðanlondum.
Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir
Hósdagin 21. desembur 2023 opnar nýggi Sandoyartunnulin, og við hesum kann væntast, at ferðslan verður størri til Sandoynna. Sjáldsamu Mølheyggjar á Sandi verða heilt víst eitt av teimum støðum, ið fólk fara at leita sær til, serliga um summarið. Tí er umráðandi at kenna til hetta sjáldsama náttúruøkið.
Náttúrufriðøkið Stóriryggur
Tað var í 2020, at eigararnir av hagapartinum Stóriryggur við Kristin Vilhelmsen á odda avgjørdu at taka seyðin av. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðøki, har gróður og fuglalív sleppa at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi.
Mólendi - lívsneyðugar vistskipanir
Mólendi eru ein natúrlig loysn fyri at minka um veðurlagsbroytingar. Um vit verja tey, verja vit eisini okkara viðbreknu náttúru.
2020 er altjóða ár fyri plantuheilsu
Hetta var gjørt fyri at leggja altjóða dent á týdningin at verja plantur, soleiðis at vit kunnu minka um hungursneyð, fátækradømi og eisini verja umhvørvið og stimbra búskaparliga menning.