Gátuføri ringurin á Velbastað

Screen Shot 2018-03-21 at 13.35.32.png

Í fornfrøðiligu rannsóknini hjá Tjóðsavninum á Velbastað, komu ein gyltur fingurringur og ein hálvur silvurmyntur undan kavi. Kanningar hava staðfest, at sjáldsami silvurmynturin stavar úr Onglandi og er sligin fyrst í 900-talinum. Hinvegin er tað ikki eydnast at staðfesta, hvaðani gylti fingurringurin stavar. Hóast ábendingar eru um, at fingurringurin kann stava úr víkingaøld ella miðøld, so vita granskarar ikki um nakran ring, ið kann samanberast við gátuføra fingurringin, ið er funnin í útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað. 

 

Greinin hjá Helga D. Michelsen stóð í Frøði nr. 2 í 2016

Previous
Previous

Mannatenn og gravir undan kavi

Next
Next

Lítil fuglur, langur teinur