Ráðstevna um náttúruendurbøting í Føroyum
Fríggjadagin 22. november skipa Lendisbati og Miðnám í Vestmanna fyri ráðstevnu um náttúruendurbøting á Miðnámi í Vestmanna.
Loppugrøsini verða kannað á plantugoymsluni á Tjóðsavninum
Hans Meinhard í Eyðansstovu, sum í løtuni arbeiðir við kandidatritgerð síni, hevur verið á plantugoymsluni á Tjóðsavninum og savnað sýnir av slektini Gentianella, vanliga nevnt loppugras.
Vistskipanin í føroysku áunum
Áarløg í Føroyum hava eitt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum spælir ein týðandi leiklut í at halda natúrligu javnvágina og varðveita vistfrøðiligu heilsuna í náttúruni.
Tær uppruna føroysku skørurnar
Meðan urtagarðsplantan garðaskøra Alchemilla mollis spreiðir seg um tað heila innangarðs í Føroyum, er áhugavert, at geva teimum uppruna føroysku skørunum gætur.
Øraskøra
Hóskvøldið 15. november var áhugavert tiltak um innræsnar plantur í Løkshøll. Fleiri serfrøðingar vóru við, sum m.a. prátaðu um lóggeving og týning av innræsnum plantum. Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini, hevði somuleiðis eitt upplegg um innræsin plantusløg og teirra ávirkan á føroysku náttúruna.