Náttúra Kolturs í fronskum sjónvarpi

 

Í summar var eitt franskt sjónvarpslið frá rásini FRANCE5 og vitjaði í Føroyum. Í hesum sambandi vóru tey eisini í Koltri, har tey fylgdu fuglakanningum hjá Jón Aldará, lívfrøðingi á Tjóðsavninum.

Millum annað seta tey upp videoyvirvøku av tjaldursreiðri og fáa vitjan av eini sera fólkaalsknari íslandsgás.
Íslandsgásin var ringmerkt, og vit lærdu seinni um hennara søgu frá íslendingum, sum høvdu bjargað henni árið frammanundan, tá hon sum ungi viltist frá familjuni. Hon varð uppald av íslendskum skúlabørnum, ið nevndu hana Gunnar Gunnarson Gás. Ongin hevði borið eyga við hana, síðani hon varð floygd evst á sumri í 2021, til hon brádliga setti seg frammanfyri lívfrøðingi og sjónvarpsliði á bygdagøtuni í Koltri.


Brotið um Koltur er frá 1:13:02 til 1:20:32. Sendingin er á YouTube og kann síggjast her:


 
Previous
Previous

Nýggj grein um smáfuglar, sum flakka til Føroyar

Next
Next

Vón fyri stavn fyri føroyska bátin