Nýggj grein um smáfuglar, sum flakka til Føroyar

 

Munkur (Sylvia atricapilla) er eitt av fuglasløgunum, sum er við í nýggju kanningini [Mynd: Tjóðsavnið]

Herfyri kom áhugaverd grein út í Scientific Reports, sum lýsir eina kanning av smáfuglum, sum vitja Føroyar í flytitíðini um heystið. Kanningin hyggur at einum parti av lívvirkisfrøðini í hesum fuglum, og hvørja broytingar kunnu henda, tá teir flakka út úr vanligu ferðaleiðini móti vetravistunum og fara langa leið um hav til Føroya. Høvuðsrithøvundurin – Katherine Snell – var í hesum sambandi í Nólsoy í 2016 og gjørdi føroyska partin av kanningunum við hjálp frá m.a. Jens-Kjeld Jensen.

Greinin kann lesast og takast niður ókeypis her > 


Samband

 
Previous
Previous

Altjóða vátlendisdagur

Next
Next

Náttúra Kolturs í fronskum sjónvarpi